Eysturkommuna
Týskvøldið 23. september kl. 19 – 21 verður ein fyrilestur við Rikke Yde Tordrup (cand. psyk), í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Í fyrilestrinum lýsir Rikke seg sjálva sum bersøgið foreldur og við dømum úr gerandisdegnum, greiðir hon á ein stuttligan hátt frá, hvussu hon er í vanda fyri at menna børn, sum halda gang og ikki lurta í flokkinum og sum heild gera sítt til nútímans mistrivnað í flokkinum.
Mistrivnaður í dagstovninum ella flokkinum skal loysast av dagstovninum/skúlanum og foreldrunum í felagsskapi. Mistrivnaðurin kann til dømis vera ófriður í dagstovninum/flokkinum, trupulleikar við at stýra flokkinum, nógvar neiligar afturmeldingar í gerandisdegnum, nógvar ósemjur, børn, sum vilja stýra øðrum børnum og námsfrøðingum/lærarum, børn sum ikki vilja taka lut í felagsvirksemi og so framvegis.
Hvussu sleppa vit undan, at dagstovnur/skúli og frítíðarskúli fara at stríðast um, hvør hevur ábyrgdina av mistrivnaði í dagstovninum/ flokkinum?
Sí video niðanfyri: