Belfast er hóskvøldið karmur um Conference League dystin millum Linfield FC og Víking.
Hóast norðurírsk fótbóltsfeløg ikki teljast millum tey kendastu í heiminum, so er tað tó ein norðurírskur fóttbóltsleikari, um nakar, sum hevur sett Belfast og Norðurírland á fótbóltskortið.
George Best, varð føddur í Belfast 22. mai í 1946. Hann leikti ungdómsárini við lokala fótbóltsfelagnum Cregagh Boys Club, áðrenn leiðin gekk yvirum Írskahavið og til Manchester, einans 15 ára gamal.
Hann er mest kendur fyri sína tíð í Manchester United. Men umboðaði eisini feløg so sum Fulham, Hibernian FC, Los Angeles og San Jose Earthquakes, fyri at nevna nøkur.
Hann umboðaði Norðurírland fyri fyrstu ferð í 1964, og er skrásettur fyri 37 A-landsdystir og 9 mál fyri land sítt.
Hóast ein úrmælingur av Guðs náði á fótbóltsvøllinum, so varð tað hugurin til tað søta lívið uttanfyri vøllin, sum til endans tók lívið av honum.
George Best legði árarnar inn 25. november 2005, einans 59 ára gamal.
Hann liggur jarðaður á Roselawn Cemetary í Belfast, saman við foreldur sínum.
Eysturoyarportalurin varð í dag og vitjaði á grøvini og hevði samstundis eina víkingatroyggu við, sum eina heilsan til fótbóltsurmælingin, sum nógvir tilkomnir føroyingar enn munnu minnast.













Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Conference League hava:
Eysturkommuna
Sp/F Stoyp
PRG
Form
TJ Smíð
TN Bygging