Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.08.2025 02:40

Gongd komin á atgongumerkjasøluna

Í løtuni eru næstan 1.000 atgongumerki seld til HM undankappingardystin móti Kroatia, sum verður á Tórsvølli fríggjakvøldið 5. septembur - Mynd: Bjarni Enghamar/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Í løtuni eru umleið túsund atgongongumerki seld til HM undankappingardystin millum Føroyar og Kroatia, sum verður á Tórsvølli fríggjakvøldið 5. septembur.

Um tvær vikur, mánadagin 25. august, fer Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at kunngera hópin, ið skal stríðast fyri Føroyar í næstu HM undankappingardystunum, ið standa fyri framman.

Fríggjadagin 5. septembur klokkan 19:45 koma Kroatia og Luka Modric á vitjan á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, mánadagin 8. septembur, er útidysturin móti Gibraltar á skránni.

Tíðliga í summar varð latið upp fyri atgongumerkjasøluni til dystirnar hjá manslandsliðnum í heyst, og í løtuni eru næstan 1.000 atgongumerki seld til stóru og spennandi uppgávuna móti kroatum.

Keyp atgongumerki

At talan er um eitt sterkt landslið, ið kemur hendan vegin um ein lítlan mánað, sæst aftur á styrkislistanum hjá FIFA, har Kroatia í løtuni er á 10. plássi. Føroyar eru nummar 141 av teimum 210 londunum, sum eru á listanum.

Undan komandi landsliðsumfari er Kekkia fremst í bólkinum við 9 stigum. Kroatia og Montenegro hava 6 stig, Føroyar hava 3, meðan Gibraltar er aftast við ongum stigi.