Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.08.2025 20:37

Víkingur í Conference League: Hópin av ljósabláum fjepparum til Belfast

Í morgin kl. 20.30 stevnur leiguflogfarið hjá Atlantic Airways til Norðurírlands og høvuðsstaðin Belfast.

Við í flogfarinum er víkingahópurin, venjarar og nevnd, saman við umleið 70-80 fjepparum úr Eysturkommunu. Íalt umleið 100 fólk tilsamans. Tó er møguleiki at nakað av fjepparum legst afturat seinnni, verður upplýst úr Sarpugerði.

Sum skilst, so hevur áhugin fyri Conference League dystinum í Belfast verið sera stórur, eftir at Víkingur megnaði at vinna 2-1 á Linfield FC síðsta hóskvøld á Tórsvølli.

Seinni dysturin, sum verður leiktur á Windsor Park í Belfast millum Linfield FC og Víking verður nú hóskvøldið 14. august og byrjar kl. 19.45.

Føroyska ferðalagið saman við víkingahópinum verður aftur í Føroyum tíðliga fríggjamorgunin.

Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Conference League hava:

Eysturkommuna

Sp/F Stoyp

PRG

Form

TJ Smíð