Nes kommuna
Seinnapartin var Súnhild Langgaard, Nes, sum er borgari nr. 1600, boðin á kommunuskrivstovuna, har Súni í Hjøllum, borgarstjóri, handaði henni eina minnisgávu og blómur. Minnisgávan eru tveir stakar, sum Joel Cole, listamaður, búsitandi í Saltnesi, hevur evnað.
Súnhild Langgaard er ættað av Strondum, men flutti fyri stuttum í Nes kommunu, nú hon varð gift við Beinir Langgaard á Nesi.
Seinastu árini er fólkatalið í Nes kommunu økt munandi. Herfyri fór fólkatalið í Nes kommunu upp um 1600. Frá januar 2020 til juli 2025 er fólkatalið økt frá 1338 til 1610, ella við 272 fólkum, sum er 20,3 pct.

Á myndini: Súni í Hjøllum, Súnhild og Beinir Langgaard (Mynd: Nes kommuna)