Nes kommuna skrivar á heimasíðu síni, at nú er góð gongd komin á við at leingja Høganesvegin við 180 metrum. Avgrevsturin er gjørdur av umleið helminginum.
Ætlanin er at fáa til vega 7 sethúsagrundøki niðan fyri vegin, meðan tað verður møguleiki til eitt íbúðarøki á umleið 4000 fermetrar oman fyri vegin.
Falkon ger arbeiðið, meðan LBF hevur eftirlitið fyri Nes kommunu.
Myndir: Nes kommuna








