Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.06.2025 09:43

Myndir: Fyrstu kappróðrarbátarnir komnir í nýggja neystið

John Høgnesen, formaður í Kappróðrarfelagnum Tindi. Mynd: Eysturoyarportalurin

Í gjárskvøldið vóru fystu kappróðrarbátarnir hjá Kappróðrarfelagnum Tindi settir inn í nýggja snotuliga neystið, sum á kaiøkinum í Norðragøtu.

John Høgnesen, formaður í Tindi sigur við Eysturoyarportalin, at hetta hava tey bíða leingi eftir, og at hetta er ein stórur dagur hjá kappróðrarfólkinum og teimum sum varða av kappróðrinum í Eysturkommunu.

Niðara hædd er nú mestsum liðug. Nakrir snøklar mangla, men nú standa bátarnir væl, og nú er lætt og ómakaleyst at draga bátarnar á sjógv, tí at tað er so stutt, sigur John Høgnesen.

Les eisini: (Myndir) Reisigildi av nýggja kappróðraneystinum

Les eisini: Sjøtul settur á nýtt kappróðrarneyst í Norðragøtu

Myndir: Eysturoyarportalurin