Fótbóltssamband Føroya
Fótbóltsskúlarnir hjá FSF og feløgunum hava havt góða undirtøku. Higartil hava 470 børn verið á teimum trimum fótbóltsskúlunum, sum hava verið í Klaksvík, á Tórsvølli og í Vági
Sjálvt um tað ikki hevur verið fullteknað á øllum fótbóltsskúlunum, ið FSF og feløgini skipa fyri í summar, so hevur undirtøkan kortini verið góð.
Higartil hava 470 børn og ung tikið lut á teimum trimum fótbóltsskúlunum, sum hava verið í Klaksvík, á Tórsvølli og í Vági.
Tríggir fótbóltsskúlar verða afturat í summar. Í komandi viku, mikudagin 2. og hósdagin 3. juli, skipar 07 Vestur fyri fótbóltsskúla á Dungasandi í Sørvági, og 7. og 8. juli, sum er mánadagin og týsdagin í aðru viku, verður fótbóltsskúli aftur í Klaksvík, og tá eru tað gentur og dreingir í U13 aldurbólkinum, ið luttaka.
Sætti fótbóltsskúlin verður 2. og 3. august, tá NSÍ skipar fyri fótbóltsskúla við Løkin í Runavík.
Umframt góða fótbóltsvenjing og eitt gott upplivilsi við heimsins besta spæli, fáa luttakararnir á fótbóltsskúlunum eisini eina t-troyggju og luttøkubræv.
Enn ber til at melda til fótbóltsskúlarnar, sum verða í Sørvági, Klaksvík og í Runavík. Tilmeldingin fer fram í nethandilinum á FSF.fo, ella á atgongumerki.fo.