Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.06.2025 21:35

Betur umstøður til Sunda sløkkilið

Sunda kommuna

Á býráðsfundi í kvøld hevur býráðið einmælt samtykt at taka av tilboði at byggja eina hædd oman á verandi brandstøð, og at byggja út suðureftir. Tað er HPH Smíð, ið skal standa fyri arbeiðinum. 

Verandi hølisviðurskiftir hjá Sunda sløkkiliði eru ikki nøktandi. Verandi bygningur lekur illa, og inniluftin er ikki góð. Krøvini til tilbúgvingina økjast alsamast, og tørvur er somuleiðis á meira plássi. 

Við at byggja eina hædd oman á verandi bygning, so verður niðara hæddin tøtt, umframt at umstøðurnar verða munandi betur. Býráðið hevur játtað 1,5 mió. kr. til endamálið, og tað er fyritøkan HPH Smíð, ið stendur fyri arbeiðinum. 

Býráðið hevur í kvøld eisini játtað 400.000kr. til keyp av nýggjum átaksleiðarabili. 

Sostatt verða umstøðurnar hjá Sunda sløkkiliði og tilbúgvingini í kommununi munandi betraðar komandi tíðina.