Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.06.2025 21:34

Fuglafjarðar bilatreff – ellisakfør

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Leygardagin 21. juni verður bilatreff fyri ellisakfør og onnur akfør. Tey, sum luttaka í bilatreffinum, møtast við ítrottarhøllina á Kambsdali, leygardagin 21 juni kl 10. Koyrt verður frá høllini inn til Fuglafjarðar kl 11.
Eftir kl. 11 eru øll vælkomin at heilsa uppá og hyggja uppá nógvu, spennandi bilarnar.
Fuglafjarðar svimjifelag fer at hava sølu av mati o.ø. inni í Mentanarhúsinum.