Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.06.2025 20:26

Fyrsta konsertin í etasjuni, Marius Ziska

Tíðindaskriv

Etasjan er nýupplatna staðið í Fuglafirði. Etasjan kann kalla seg fyri spælistað, barr ella eitt hugnaligt stað, har øll kunnu føla seg væl til rættis í nýumvældum hølum. Etasjan er opin leygar- og sunnukvøld og umleið annaðhvørt leygarkvøld eru støkk-upp tiltøk av ymsum slag.

Nú verður fyrsta konsertin so á skránni og tað er ongin minni enn Marius Ziska, sum fer at framføra í etasjuni. Konsertin er stuðlað av Økistónum og verður leygarkvøldið 21. Juni kl. 20.00. Dyrnar lata upp kl. 19.00 og konsertin er liðug kl 21.30.

Bert 80 atgongumerki eru sett til sølu á atgongumerki.fo, har møguleiki er fyri at keypa siti- ella standipláss.

Les nærri á Facebook síðuni Etasjan ella fylg við á Instagram síðuni etasjan_fuglafjordur.