Fótbóltssamband Føroya
Við málum frá Jóhan Josephsen og Áka Samuelsen vann føroyska U21 landsliðið leygardagin 2-1 á Estlandi.
Við meir ella minni einum spildurnýggjum liði og nýggjum venjaratoymi hevur føroyska U21 landsliðið fingið eina góða byrjan upp á undankappingina til EM 2027.
Á Djúpumýru í Klaksvík var Estland á vitjan, og sjálvt um estar høvdu bóltin meir stóran part av fyrra hálvleiki, og nakað inn í seinna hálvleik, eydnaðist tað føroyska liðnum til endans at vinna 2-1.
Estland kom á odda fimm minuttir eftir steðgin við máli sum Rommi Shit skoraði. Men eftir estisku leiðsluna ressaðust føroysku spælararnir og settu seg alt meir á spælið. Fyrsta aftursvarið kom í 73. minutti, tá Jóhan Josephsen fangaði bóltin frá estlendska málverjanum og javnaði til 1-1.
Nú vóru tað okkara, ið sótu á spælinum, meðan estar royndu at verja, og tá tríggir minuttir vóru spældir út yvir vanligu leiktíðina, fingu Ólavur Mikkelsen og hansara menn løn fyri stríðið.
Aron Benjaminsen breyt ígjøgnum í høgru, og inni í brotsteiginum tók ein esti beinin undan kvíka strandinginum, sum spælir fyri Kristiansund BK í Noregi. Dómarin tóktist fyrstu løtuna at ivast, men peikaði síðani á brotssparksblettin.
Úr ellivu metrum tók liðskiparin, Áki Samuelsen, ábyrgd og setti bóltin trygt í netið. 2-1 til Føroyar, og ein lítlan minutt eftir føroyska leiðslumálið blásti turkiski dómarin í floytuna fyri síðstu ferð.
3 stig til Føroyar, og stór frøi á spælarum og venjarum og teimum umleið 400 áskoðarunum, ið høvdu leitað sær á Djúpumýru leygardagin. Enn eina ferð var tað føroyska treisknið, ið bjargaði okkum ein góðan og uppibornan U21 sigur.
Næstu uppgávurnar hjá føroyska U21 landsliðnum eru í septembur. Tann 4. septembur á útivølli ímóti Íslandi, og tann 9. septembur á útivølli móti Luksemborg. Hini bæði londi í bólkinum eru Frankaríki og Sveis.