Veðurstova Føroya
Morgunveðrið – t.e. forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað, yvirhøvur turt og sólglottar, tó í støðum okkurt ælið. Fyrrapartin gongur hann upp í eystan og veksur upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Seinnapartin frískur vindur upp í strúk sunnan og av landsynningi, 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður. Í kvøld frískt lot upp í frískan vind sunnan og av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og regn ella ælaveður. Í nátt fer hann at mala av ymsum ættum, minni enn 6 m/s. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og kanska bert okkurt ælið í støðum. Hitin 6 til 11 stig.
Sólarris: 03:48 Sólsetur: 23:02