Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til sunnudagin á middegi.
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Smáskýggjað og yvirhøvur turt, men út á fyrrapartin dregur á luftina. Hitin 8 til 11 stig.
Seinnapartin veksur hann upp í frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og tað fer at regna.
Í kvøld ella nátt lot til frískt lot av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Tað slítur í og verður hálvskýggjað. Hitin 6 til 8 stig.
Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Tað dregur á luftina aftur til skýggjað og tað fer at regna. Hitin 6 til 9 stig.
Sólarris: 03:54 Sólsetur: 22:56