Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.05.2025 07:51

Veðrið: fríggjadagin 23. mai

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin.

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, smáskýggjað, sum frálíður klárt, sól og turt. Seinnapartin frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Í kvøld frískur vindur upp í strúk, 8 til 13 m/s av landsynningi, sum frálíður hálvskýggjað, í nátt samdrigið við regni ella við ælaveðri. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 7 til 10 stig alt samdøgrið.

Sólarris: 04:13 Sólsetur: 22:35