Tíðindaskriv/ Verkafólk
Verkafólk hava í dag ilt við at seta búgv, tí prísirnir eru farnir til himmals, og ongi átøk vera gjørd fyri at skipa bústaðarmarknaðin, betra um útboðið og styrkja møguleikan hjá lág og miðalløntum at vera við. Hetta var eisini stóra evnið á arbeiðaradegnum, og átti at staðið ovast á politisku dagsskránni
Um vit fylgja miðalkostnaðinum, so kosta eini hús í høvuðsstaðnum 12 arbeiðaralønir, meðan tað úti um landið, kostar 6,5 arbeiðaralønir at seta búgv.
Stórsta avbjóðing vit hava í samfelagnum í løtuni er, at tað er trupult hjá vanligum fólkum at seta búgv, og prísvøkstirnir seinastu árini gera, at fólk hava ringt at fáa endarnar at røkka, hóast søguliga høgan lønarvøkstur.
Hetta er nakað, sum skal takast í nógv størri álvara. Hesi átøk mugu fremjast beinavegin á bústaðarmarknaðinum:
- Ein lógaráseting í leigulógini skal gerast um mesta leigu
- Betri eftirlit skal vera við leigubústøðum
- Ein skipan við býlisstuðli skal skipast, soleiðis at leigarar og eigarar vera javnsettir
- Felagið Bústaðir, sum er undirfíggjað, skal hava greiðari treytir og fígging, soleiðis at gerast kunnu bíligari bústaðir
- Húsalánsgrunnurin skal fara aftur at virka, og skal bøta um møguleikan hjá lág- og miðalløntum at seta búgv
- Ásetast má greitt, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av einum heimleysum
- Kommunur skulu hava fríar heimildir at byggja og veita stuðul til bygging, soleiðis at gerast kunnu bíligir bústaðir
Spurningurin um bústaðartrot og prísir má takast í nógv størri álvara, og átøk gerast, so at vanlig fólk kunnu seta búgv, og at yngra ættarliðið sleppur inn á bústaðarmarknaðin.
Hetta er ein av stóru og mest grundleggjandi avbjóðingunum at loysa, skulu vit skapa eitt samfelag, har øll kunnu vera við og fólk ikki noyðast at flyta, hóast tað er her tey hoyra heima.