Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.02.2024 20:21

Sleipaði bingjuskipið “Francisca” til lands

Vørn

Leygardagin tann 24.02 bleiv Brimil biðin um at koma at sleipa bingjuskipið Franciscu, sum hevði fingið maskintrupulleikar. Francisca var tá góðar 170 fjórðingar vestur úr Suðuroynni.

Brimil var hjá Franciscu um miðnáttina leygarkvøldið. Teir settu fast og byrjaðu at sleipa móti Runavík, men hetta bleiv broytt til Kollafjørð seinni, tí veðurvánirnar vóru so vánaligar.

Avgjørt var at fara suðurum Suðuroynna og norð við landinum eystanfyri. Veðurvánirnar vóru ikki tær bestu, so avgerð var tikin, um at biða um hjálp frá sleipibátunum Pressaranum og Mariu, sum fylgdu við Brimli tá komið var inn um Stongina.

Tá skipini komu inn undir síðu á Streymoynni, fór loðsur umborð og Maria setti fast á reyvina á Franciscu.

Veðrið var tá ikki av tí besta, og í Kollafirði lógu hvirlurnar um 30 m/s. Men við samarbeiðið og hjálp frá sleipubátunum báðum, Pressaranum og Mariu, og loðsi frá Tórshavnarhavn, kom Francisca trygt til bryggju kl 23.20 mánakvøldið.

Skiparin á Brimli vil takka loðsi og sleipibátunum Pressaranum og Mariu fyri góðu hjálpina.

Francisca er 100 metrar langt, og 17 metra breitt, var ávegis til Íslands lastað við bingjum.

Myndirnar hevur Ári Thorsvig tikið