Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.02.2024 10:37

»Kyndilsmessan harða«

Saksun (Mynd: Hiking.fo)

Sambært søgnini, so kom á “Kyndilsmessuni hørðu” sund millum Kirkjubøhólm og land. Rivið kom í Saksun, Ormurin kom á Viðareiði og Fuglfjarðarboðar sukku. 

Tað eru sostatt yvir 400 ár síðani tiltiknu kyndilsmessuódnina í Føroyum í 1602, tá ið søgnin sigur at áleið 50 bátar gingu burtur, fiskimið oyddust, Kirkjubøhólmur skrædnaði frá landi, sandurin í Saksun syftist til Leynar og sundið inn í pollin í Saksun fyltist við sandi, soleiðis at skip ikki longur kundu sigla inn har at kroka. 


Eisini er munnlig frásøgn sum sigur, at 7 strendur gjørdust til eftir “Kyndilsmessu hørðu”. Tær eru: Saksun, Leynar, Sandavágur, Syðrugøtu, Norðragøtu, Hvalba og Streymnes.

Kelda:

https://tidsskrift.dk/geografisktidsskrift/article/download/44917/54297?inline=1

https://snar.fo/sagnir/kirkjuboeur/kyndilsmessan-harda