Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.05.2023 08:37

Ruddingardagur 13. mai – Sjóvar kommuna

Mynd: Sjóvar kommuna

Leygardagin, 13. mai 2023, verður ruddingardagur í Sjóvar kommunu.

Byrjað verður við morgunmati á hesum støðum kl. 9.00:

  • í missiónshúsinum á Selatrað
  • Geilin 15, Innan Glyvur
  • í bygdahúsinum á Strondum

Tosað verður um, hvar ruddast skal, og hvør fer hvar. Vit hava býtt bygdirnar upp og sett ábyrgdarfólk til hvørt øki.

Um tit vita um serstøk øki, sum treingja til at verða ruddaði og/ella hampaði, eru tit vælkomin at skriva til bardur@sjovar.fo ella ringja á tlf. 232725.

Øll, sum hava ruddað, verða boðin til døgurða í bygdahúsinum kl. 12.30.

Í ár fær hvørt húski, ið hevur luttikið í ruddingini, plantupakka heimaftur við. Plantupakkin verður útflýggjaður í samband við døgurðan í bygdahúsinum. Meir kunning um plantupakkan kemur seinni.

Ruddingardagin er bingjuplássið stongt.