Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.08.2023 10:49

Eystari Landsrættur staðfesti dómin hjá Føroya Rætti

Mynd: savnsmynd

Føroya Politi

So er onnur vika farin í gongd, og í gjár tann 28. august 2023 var eitt revsimál á skránni hjá Eystara Landsrætti. 

Málið snúði seg um vitnihóttanir og sostatt brot á revsilógina.  Ein 29 ára gamal maður var ákærdur fyri at hava hótt fyrrverandi unnustu sína og onnur eftir lívinum. Hetta var í sambandi við, at hon var vitni í einum øðrum revsimáli móti honum.

Eystari Landsrættur staðfesti dómin frá Føroya Rætti, og maðurin fekk 60 daga fongsul.