Eiðis kommuna
Mánadagin 28. august byrjaði Birna Borgarlíð Isfeld í starvsvenjing hjá Eiðis kommunu.
Birna er 28 ára gomul og lesur sosialvísindi í samfelagsvísindum á Fróðskaparsetri Føroya. Hon verður partur av skrivstovutoyminum fram til desember.
Uppgávan hjá henni verður ein verkætlan innan integratión.
Hetta er fyrsta fólk, ið Eiðis kommuna hevur í starvsvenjing.