Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.06.2026 14:13

60 ár síðani Havsbrún tók ímóti fyrstu lastini

Havsbrún í Fuglafirði. Mynd: Eyp.fo

Í dag 30 juni eru 60 ár liðin síðani Havsbrún í Fuglafirði tók ímóti fyrstu sildalastuni sum kom frá nótaskipinum Beinir. Hetta hendi tann 30. juni í 1966.

Havsbrún hevur síðani tá verið ein stórur og týðandi partur av vinnulívinum í Fuglafirði og í Føroyum sum heild.

Havsbrún tók fyrstu árini ímóti sild frá føroyska nótaflotanum, har tað síðani flutti seg til hvítingsbróður, og eftir tað makrel, svartkjaft, lodnu og rossamakrel.

Virkið er kent fyri sína mjølverksmiðju. Men hevur síðani eisini ment seg til at gera fóður til alingina í Føroyum, har ein fóðurverksmiðja varð bygd í 1988. 

Í dag er Havsbrún størsta arbeiðspláss í Fuglafirði. Virkið er eitt nútímans og altjóða viðurkent virki, ið framleiðir fiskamjøl, lýsi og alifóður í heimsflokki. Tað mesta av mjøl og lýsi framleiðsluni verður nýtt til egna framleiðslu av fóðri, meðan nakað verður útflutt.

Stórar og kostnaðarmiklar íløgur eru gjørdar og verða gjørdar komandi árini, har m.a. ein nýggjur framleiðslubygningur er í gerð, og nýggir tunnlar eru sprongdir í fjallið. Og ein 75 metur høgur skorsteinur er settur upp, sum er partur av lukt reinsiskipanini á fóðurdeildini hjá virkinum.

Esmar Fuglø var fyrsti stjóri hjá Havsbrún, tað gjørdist hann í 1965. 

Í dag er Odd Eliasen stjóri á Havsbrún. Tað hevur hann verið síðan 2012.