Myndir: SSP
Í morgun hevði 6. flokkur í Runavík vitjan av SSP-politinum.
Evnið var etikkur og moralur á netinum, ið snúði seg yvirskipað um, at børn og ung skulu læra at ferðast trygt á netinum og verja seg sjálvi, júst sum í ferðsluni.
Evnini í undirvísingini snúðu seg millum annað um, at deila myndir og filmsbrot uttan samtykki, til vinir tú ikki kennir, happing og hóttanir.
“Tað eru tit, sum skulu hava ræði á telefonini, og ikki telefonin, sum skal hava ræði á tykkum”, var boðskapurin frá SSP.
Les meira um undirvísingina frá politinum her:


