Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.07.2026 12:30

50 Støkkarar til fimleikafestival í Italia

Mynd: Støkk

Tíðindaskriv/ Støkk

Komandi vikuna fer Fimleikafelagið Støkk at luttaka í fimleikafestivalinum Festival del Sole í Riccione í Italia. Hetta er triðju ferð, at Støkk tekur lut í hesum fimleikafestivali, og hesa ferð er liðið mannað við 50 fimleikarum í øllum aldri. Framførslan hjá Italialiðnum hjá Støkk er samansett soleiðis, at allir fimleikarar, óansæð støði, kunnu vera við.

Á Festival del Sole luttaka 90 lið við umleið 3.000 fimleikarum úr nógvum ymiskum londum. Øll liðini framføra á fleiri uttandura pallum, og harumframt eru fjølbroyttar workshops at taka lut í. Hetta er ein spennandi vika, sum er full av fimleikagleði, íblástri, samanhaldi og sólskini.

Øll kunnu vera við

Fyri fimm árum síðan fór Støkk veruliga undir at gera munagóð átøk fyri at økja um áhugan at gera fimleik og styrkja bæði breiddar- og kappingarfimleikin. Hetta hevur eydnast sera væl, og Italialiðið er eitt av hesum átøkum. Nevnast kann eisini, at limatalið í felagnum er økt við uml. 400 limum seinastu 5 árini. Støkk ynskir, at øll kunnu gera fimleik og at samanhaldið, trivnaðurin og felagskenslan í felagnum økist.

Hetta hóskar eisini sera væl til grundhugsanina hjá ÍSF, um at øll skulu vera við, og at breiddarítrótturin er eins neyðugur og úrvalsítrótturin. Støkk tekur undir við hesi hugsjón, og gleðist um, at tað ber til at styrkja bæði breiddar- og kappingarfimleik samstundis.

Ferðalagið fer avstað leygardagin 4. juli og kemur aftur leygardagin 11. juli.