Dagar og nøvn í álmanakkanum
Appolinaris. Sigst at hava verið ferðafelagi hjá ápostilinum Pæturi og varð av honum sendur til Ravenna í Italiu sum trúboðari. Har gjørdist hann fyrsti biskupurinn, men varð fyribeindur umleið ár 75 av uppøstum heidningum.
Hundadagarnir byrja 23. juli og halda teir á til 23. august.
Kelda: Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð