Dagar og nøvn í álmanakkanum
Syftunsøka. Hildin til minnis um enska biskupin í Winchester Swithun, sum doyði 862. 15. juli varð hann skírdur halgimenni. Minningardagur hansara er í Onglandi 15. juli, men í Føroyum og Noregi 2. juli, sum var deyðdagur hansara. Tað er helst tí úr Noregi, at syftunsøkudagur er komin higar. 2. juli er eisini ein gomul mariumessa, vitjanardagur Mariu, til minnis um at Maria moy vitjaði skyldkonu sína Elisabet, móðir Doyparans.
Niels Winther føddur 1822.
Kelda: Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð
