Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.09.2026 08:13

14. september: Dýrd krossins

Mynd: Helena (vitlíki)

Dagar og nøvn í álmanakkanum

Dýrd krossins. Eisini róptur krossmessa um heystið.

Krossmessa um heystið verður hildin til minnis um, at tann helvtin av krossinum, sum Helena hevði latið liggja eftir í Jerúsalem, og sum varð rænd av persarakonginum Kosseres II, tá ið hann í 614 hertók býin. Krossurin varð reistur upp á Golgata og kom á tann hátt aftur, um so kann verða sagt, til dýrd og æru, í hvussu er so kemur har av navnið, sum krossmessa seinna eisini hevur, og sum enn er til skjals í álmanakkanum: Dýrd krossins. Síðani eru sum kunnugt man vera, flísir av krossinum spjaddar um allan tann kristna heimin, men hvussu tað er eftirfarandi, er ein heilt onnur søga.

Fólkaatkvøða í 1946 um heimastýri ella loysing.

Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð