Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.02.2024 23:07

Yvirlýsing frá hoyringsfundi um ætlaðu Ferðavinnulóggávuna – føroyingar frítt at fara

Varpið var stúgvandi fult til mótmælisfundin um ferðavinnulóggávuna, sum Bóndafelagið og Óðalsfelagið høvdu bjóðað til. Heili 432 fólkmøttu á mótmælisfundi í kvøld.

Fundarfólkið samdust um viðheftu yvirlýsingina.

Fundurin staðfestir at:

  • Ferðavinnulógin ger Føroyar til eitt hópferðavinnuland, við at lata ferðafólk ganga allastaðni fyri 150 kr.
  • Ferðavinnulógin er náttúruoyðandi. Um ferðafólk fáa ein lógarásettan rætt til at ganga allastaðni uttan ferðaleiðara, fær tað stórar avleiðingar fyri náttúru, seyðahald, havfugl og heiðafugl.
  • Ferðavinnulógin ger tað ómøguligt at reka ta staðbundnu langsiktaðu ferðavinnuna, sum nú verður rikin í góðum samstarvi millum føroyskar ferðaveitarar og tey sum varða av jørðini. 
  • Ferðavinnulógin fer sum frálíður at oyða alla siðbundnu mentanina knýtt at jørðini, tí heimildirnar til at brúka og røkja hagarnar verður tikin burtur. Somuleiðis hevur uppskotið sera neilig árin á bygdalívið, og trivnaðin har. 
  • Ferðavinnulógin leggur stórar útreiðslur á kommunurnar. Lokaløkini og útjaðarin missa, meðan allar inntøkurnar liggja í miðstaðarøkinum.
  • Revsiásetingarnar í ferðavinnulógini kriminaliserar øll, ið ikki akta harraboðini sum lógin heimilar.
  • Ferðavinnulógin er ein ólóglig ognartøkulóg, tí hon heimilar ognartøku til eina ávísa vinnugrein og ikki til almenningin.
  • Ferðavinnulógin avtekur nakrar grundreglur fyri, hvussu samstarvið millum hagar er skipað.
  • Ferðavinnulógin gagnar einans útlendskum ferðaskrivstovum, stórum føroyskum flutningsfeløgunum og hotel- og matstovuvinnuni.

Fundurin mótmælir uppá tað harðasta ætlaninar hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, um at seta eitt slíkt lógarverk í gildi, sum oyðir lokalt fyriskipaðu ferðavinnuna kring landið, føroysku náttúruna og ta siðbundnu mentanina sum er knýtt at jørðini. 

Loysnin er einføld: 

Føroyingar skulu ganga frítt í haga, eftir eini pragmatiskari umsiting av galdandi lóggávu. Fundurin er samdur um, at útlendsk ferðafólk einans kunnu ganga ókeypis eftir útvaldum almennum bygdagøtum. Skulu tey út um bygdagøturnar, skal hetta verða eftir fyriskipaðum gongutúrum, sum hagarnir og føroyska ferðavinnan gera avtalur um. Ferðaleiðarar skulu verða føroyskir. 

12.februar 2024

Føroya Óðalsfelag og Bóndafelag Føroya