Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.10.2026 09:00

Hav Fles handað og á veg eftir fyrstu lastini

Arni Rasmussen umboðandi Navigare, skrivaði undir vegna reiðaríði. Mynd: Navigare

Reiðaríði Navigare, sum hevur heimstað í Søldarfirði, hevur nú fingið nýggja farmaskipið Hav Fles handað.

Skipið er annar nýbygningurin hjá felagnum og varð alment handað frá Royal T Shipyards í Kampen í Hollandi mikudagin 21. oktober.

Hav Fles er systirskip við Hav Leiti. Skipið er 89,98 metrar langt og 15,45 breitt.

Hav Fles er nú á veg til Rotterdam, har fyrsta lastin skal takast umborð. Síðani byrjar skipið sín fyrsta farmatúr sum partur av vaksandi flotanum hjá Navigare.

Felagið fegnast um nýggja skipið og takkar øllum, sum hava verið við til at fáa verkætlanina á mál.

8 mans eru við og skipari er Ingvard Hentze.

Myndir: Navigare