Mynd: ÍF
Í morgin verður Betri Deildin hjá monnum skotin í gongd, tá fuglfirðingar verða gestir hjá 07 Vestur á Dungasundi í Sørvági. Dystrurin byrjar kl. 17.00.
Eysturoyarportalurin hevur práta við formannin hjá ÍF, Georges Rouah, um vónirnar til kappingarárið, sum stendur fyri framman og hvat tað nýggjasta er, viðvíkjandi loyvunum hjá útlendsku leikarunum sum eru komnir undan hesum kappingarárinum.
Hvussu eru so vónirnar hjá ÍF formanninum til kappingarárið 2023?
Vónirnar eru góðar í Fuglafirði og í Fløtugerði. Vit hava havt ein góðan og harðan uppstart og leikarirnir eru væl fyri og eru spentir at koma í gongd.
Uttanfyri vøllin hava vit eisini havt nógv at gjørt, men tað er alt nú við at verða klárt, hóast onkrir snøklar mangla. Men soleiðis er tað altíð í fótbólti.
Vit høvdu nýliga aðalfund, sum vísti eitt avlop á 550.000 kr. Hetta er sera gott, og fara vit nú at ansa eftir, at vit aldrin koma at brúka eina krónu meira enn vit eiga. Og hóast vit altíð hyggja eftir hvat er tókt á marknaðinum, so verða tað væntandi ikki meira keyp áðrenn flytingarvindeyga letur aftur.
So alt í alt, eru vónirnar góðar, hóast flestu fótbóltsáhugað og serfrøðingar longu hava dømt okkum at flyta beinleiðis niður aftur.
Og hvussu eru so vónirnar til dystin í morgin í Sørvági?
Vit eru altíð bjartskygd. Soleiðis skal ta eisini verða. Men nú vit møta 07 Vestur, so haldi eg at vit einki hava at ræðast. Einasta liðið úr Betri Deildini, sum vit hava vunnið á í uppstartinum, er júst 07 Vestur. So vónandi fer tað ikki at broytast í morgin.
Hvat er so tað nýggjasta viðvíkjandi loyvunum hjá útlendingunum til dystin í morgin?
Sum tað sær út nú í kvøld, so verða eingin av teimum við í morgin. Tríggir av teimum hava ikki fingið loyvini uppá pláss, meðan danin Ruben Møller Nielsen er tíðanverri skaddur.
Deil á Facebook