Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.11.2026 10:00

Tá Óla Jákup á Bakkanum var við at bjarga Waagen

Óla Jákup á Bakkanum klývur upp í mastrina á Waagen. Mynd: vitlíki

Tann 4. oktober 1888 varð gamli Hans Petur borin til gravar í Norðragøtu. Sonurin, Óla Jákup á Bakkanum, var tá á veg heim úr Íslandi við norska dampskipinum Waagen. Sama kvøld kom skipið inn í brimið á Skarðsvík á Fugloynni og mundi tað endað sum størsti sorgarleikur í Føroya søgu.

Umleið 150 føroyskir útróðrarmenn vóru við umborð hendan túrin, umframt manningina. Hendingin hevur verið umrødd í tveimum útvarpsendingum, men maðurin, sum tá ið harðast leikaði á, fór upp í mastrina og framdi bragdið, hevur sjálvdan verið umrøddur alment.

Talan er um norðragøtumaðurin og bóndasonurin, Óla Jákup á Bakkanum, doyptur Ole Jacob Hansen, sum var føddur 30. oktober 1845. Hendingin fór fram fyri 138 árum síðani.

Arnleyg og Tummas Jacobsen skrivaður eina grein um Óla Jákup á Bakkaum fyri mongum árum síðani. Teirra grein, saman við útvarpsendingunum um hendingina, og upplýsningum frá heimildarmannni úr Fuglafirði sum hevur hoyrt søguna frá eldri monnum í bygdini, liggja til skjals til hesi greinini, um mannin sum var við at bjargar Waagen úr havsneyð lagnnunáttina í oktober 1888.

Skarðsvík ein summardag. Her mundi Waagen silgt á land í ódnarveðrinum í 1888. Mynd: Eyp.fo
Føroyingar á veg heim úr Íslandi

Óla Jákup var 42 ára gamal og var sum sagt ein av monnum, sum var við hendan túrin. Hann var vanur siglingsmaður og hevði áður siglt fleiri ár við bæði seglskipum og dampskipum.

Hann var vaksin upp Frammi í Jákupstovu í Norðragøtu, og var sonur Hans Petur Zachariassen úr Norðragøtu og Maritu í Jákupstovu, sum var ættað úr Gøtugjógv.

Sum 20 ára gamal hevði Óla Jákup verið við jaktini Emmanuel á eini vetrarferð úr Keypmannahavn til Trongisvágs, ið tók heili 48 samdøgur. Í Gøtu varð eisini sagt, at hann sum ungur hevði hildið til í Fugloy eitt skifti og var tí kunningur um tær leiðirnar. Umframt at hann í bestu árum skuldi havt silgt nógv úti og hevði m.a eisini verið í Amerika.

Heima, hesar dagar í 1888, bíðaðu kona hansara, Anna Sofía Jacobsen úr Bartalsstovu í Syðrugøtu, og børnini Hans Petur og Anna Martina. Samstundis sum konan bar barn undir beltið. Tey bæði giftust í 1880.

Óla Jákup hevði bygt sethús og handil á Bakkanum í Norðragøtu. Men í 1887 mátti hann gevast við handlinum av fíggjarligum orsøkum. Árið eftir fór hann til lands í Íslandi, sum føroyingar róptu tað, tá ið teir fóru yvir at rógva út. Hetta hevur óivað verið av neyð, tí illa hevur staðið til fíggjarliga og ringar tíðir hava verið í Føroyum.

Við á heimferðini hendan túrin úr Íslandi vóru nógvir føroyingar. M.a. eisini fuglfirðingurin Jógvan Toftegaard, sum var føddur við Garð í Fuglafirði í 1864 og doyði í 1938, og Joan Jacob Joensen úr Gásadali, nevndur Jógvan í Tøvuni. Jógvan Toftegaard hevði verið á sjónum frá barnsbeini og var kendur við allar fiskileiðir. Og var fyrstu ferð til lands sum bert 12 ára gamal. Og formaður á báti tá ið hann var 15 ára gamal og var hann bátsformaður alla ævi sína.

Teir báðir, Jógvan og Jógvan, høvdu keypt hvør sín kálv frá einum bónda á Eysturlandinum og fingið loyvi frá skiparanum á Waagen at taka teir heim við. Tá ið tíðini snúði tað seg um at lívbjarga sær og sínum sum best bar til.

Kálvurin hjá gásadalsmanninum stóð frammi í gongini. Tá ið menninir fóru at vita, hvussu kálvarnir høvdu tað í ódnini og um teir vóru á lívið, varnaðust teir, hvussu nær skipið var komið landi. 

Pápin fór til gravar, meðan skipið enn var í sjónum

Waagen kom í ódnarveður beinanvegin, tá ið skipið legði út av Seyðisfirði. Birtu Jógvan úr Miðvági, sum var við á ferðini hevur greitt frá, at lastarlúkurnar vórðu skálkaðar. Vestanmenninir, sum fyrst hildu til í aftaru lastini, vórðu seinni fluttir í kahúttina. Ódnin helt á í tríggjar dagar. Tá ið skipið kom undir Fugloynna, var bara eitt segl eftir. Hini vóru skrædnað dagin fyri.

Í Norðragøtu ók kirkjan av grundini í ódnini. Húsini hjá Peturi Paula í Tjørnustovu, sum vóru í gerð, fóru so illa, at tey ikki vórðu gjørd aftur. Petur Pauli var sjálvur ein av gøtumonnunum umborð á Waagen hesa ferðina.

Gamli Hans Petur, pápi Óla Jákup, var deyður á mikkjalsmessu. Sambært minningarfrásøgnini hjá Arnleyg og Th. Jacobsen sum tey skrivaðu um Waagen og Óla Jákup á Bakkanum, stóð hann undir børu í seks dagar, tí veðrið darvaði jarðarferðini. Hósdagin 4. oktober varð hann borin til gravar. Óla Jákup var tá enn í sjónum. Tað var náttina millum 3. og 4. oktober, at Waagen kom inn í brimið á Skarðsvík.

Waagen, ella eisini nevnd Vaagen.
Bergið kom undan í sjórokinum

Birtu Jógvan helt, at klokkan mundi vera um ellivu um kvøldi, tá ið gásadalsmaðurin fór at hyggja eftir kálvinum. Í øllum sjórokinum sá hann eitt forberg tætt við skipið og rópti varskó. Í frásøgnini um teir báðar Jógvanarnar er tað Jógvan Toftegaard, sum kennir víkina aftur. Teir vóru komnir inn á Skarðsvík, norðan á Fugloynni. 

Í Dimmalætting tann 13. oktober 1888 stóð at lesa, at skiparin læt rópa manning og ferðafólk upp á dekkið og bað tey líta seg í Guds hendur. Tá sá hann eingin útlit fyri bjarging. Sambært blaðnum sló brimið skúmið meira enn hundrað føtur upp eftir berginum. 

Menninir umborð royndu at fáa skipið at falla eystureftir og sleppa eystur um Fugloynna. Gøtumenninir, sum vóru við, søgdu seinni, at Óla Jákup tók leiðsluna saman við Jógvani í Fuglafirði og Jógvani í Gásdali, tá ið harðast leikaði á. Óla Jákup fór upp í mastrina. Í frásøgnini frá heimildarmanninum í Fuglafirði, fóru Jógvan í Fuglafirði saman við einum øðrum manni til róðurs, tí tveir mans máttu til at stýra. Tíðanverri vita vit ikki hvør hin maðurin var, men kanska onkur annar veit frá tí at siga.

Aðrir hildu, at Óla Jákup fór upp at skera eitt fall, men so man ikki hava verið. Gøtumenninir mintust eisini, at hann hevði verið við róðrið, meðan skipið var í briminum. 

Sambært frásøgnini hjá heimildarmanninum, so vóru nógvir mans sum komu til. Og har í millum Óla Jákup á Bakkanum. Tað sást so lítið í myrkrinum og sjórokinum.

Teir stríddust við at fáa skipið at falla eystureftir. Tí tað var einasta bjarging, við at fáa skipið at falla eysturum Fugloynna. Teir stríddust við tað, men tað var trupult at fáa skipið at falla.

Tá var tað at Óla Jákup á Bakkanum fór upp í mastrina, uppá góðsið, at siga til hvussu teir skuldu royna at stýra. Meðan gásadalsmaðurin, Jógvan í Tøvuni, royndi at fáa skeytið út á stórbumminum. Men okkurt í royndini miseydnaðist.

Og tá var tað at Jógvan í Tøvuni gjørdi skjótt av og kvettið skeytið. Bummurin leyp út og skipið fall eysturyvir. Men tá ið bummurin var leysur fóru seglini og gaffilin upp at sláa. Tá hevur verið ógvusligt at verið uppi í mastrini í kuldanum og myrkrinum. Og har hevur Óla Jákup so meitt seg illa, bæði í hondina og í høvdið. Har hevur hann meltað sær hondina og fingið ein harðan lúsing í høvdið. Helst hevur tað verið av gaffilinum ella einum blokki.

Men hann helt sær tó uppi í mastrini allíkavæl og royndi at peika teimum og vísa hvussu teir skuldu stýra. Tá ið Waagen so var komin eitt sindur eysturum, kom hann niður úr mastrini. Tá sigur ein við hann, hvussu er vorið við tær? Tú hevur fingið skaða. Tú bløðir í gjøgnum vøttin!

Tá var tað at teir sóu, at hann hevði mist ein fingur og hevði fingið ein orduligan lúsing í høvdið. Hann hevði ikki sjálvur varnast at hann hevði mist fingurin. So nógv hevur staðið á.

Menn vóru á einum máli um, at Óla Jákup hevði gjørt eitt manndómsbragd. Uttan hansara gerð, so bar eingin boð í bý.

Við tí eina seglinum, sum eftir var, og fullari kraft á dampmaskinuni fingu teir Waagen leysa av landi. Birtu Jógvan mintist, at næsta landið, teir hómaðu, var Svínoyggin. Morgunin eftir kom skipið inn á Klaksvík. Sambært heimildarmanninum fingu teir, Óla Jákup, Jógvan Toftegaard, Jógvan í Tøvuni og aðrir hvør sín gullpenga frá skiparanum, tá komið varð á Klaksvík.

Óla Jákup á Bakkanum og konan Anna Sofía Jacobsen
Hálvt ár seinni varð Óla Jákup borin til gravar

Tá ið Waagen kom til Klaksvíkar, fór Óla Jákup beinleiðis til beiggja sín, Andrias í Krotugrøvini, sum búði í Klaksvík, og legðist har. Hann fekk deyðamein av hendingini og doyði hálvt ár seinni, tann 22. apríl 1889 heima hjá beiggja sínum, bert 43 ára gamal. Óla Jákup varð jarðaður í gamla kirkjugarðinum í Norðragøtu. 

Anna Sofía, kona hansara, var 27 ára gomul og við barn tá ið hendingin fór fram. Sonurin Hans Petur var seks ár, og dótturin Anna Martina var bert fýra ár. Summarið eftir vórðu sethúsini, handilin og jørðin, 5 1/2 gyllin í Norðragøtu seld. Anna Sofía flutti við børnunum aftur til foreldrini í Bartalsstovu í Syðrugøtu. Yngsta dóttirin, Olevina, varð fødd eftir deyða pápa sín og bleiv uppkallað eftir honum.

Fjúrtan ár seinni misti Anna Sofía eisini sonin. Hans Petur, sum doyði við Cyclone í 1903, bert 20 ára gamal.

Tað, sum varðveittist eftir ferðina

Jógvan í Tøvuni gjørdist bóndi í Gásadali. Hann doyði ungur av landfarasótt. Jógvan Toftegaard hevði vanliga eina lestrarbók frá 1741 við sær til lands í Íslandi. Og soleiðis var eisini hendan túrin við Waagen. Sagt verður, at skrínið, sum hon lá í, fyltist av sjógvi undir heimferðini. Bókin er varðveitt enn tann dag í dag, men er illa farin og um at detta sundur.

Søgan um Waagen varð eisini varðveitt í vísuni um Vaagen. Jóan Petur Gregoriussen úr Kvívík hoyrdi bygdarmenn sínar siga frá ferðini og yrkti 25 ørindi til lagið hjá Ebbe Skammelsøn. Eitt ørindi sigur: “Lukku fatti tey fingrabein, so væl kundu skipinum stýra“. Vísan varð prentað í Føringatíðindum í 1894. Í Norðragøtu søgdu tey gomlu, at ørindið um fingrabeinini, sum dugdu at stýra skipinum, var um Óla Jákup á Bakkanum.

Lestrabókin frá 1741, sum var umborð á Waagen, og sum ein av eftirkomarunum hevur í varðveistlu. Mynd: Eyp.fo
Seinasta ferðin hjá Waagen

Waagen, eisini skrivað Vaagen, varð smíðað úr jarni í Kristiania, nú Oslo, og latið eigarunum í Stavanger í 1872. Skipið var knappliga 33 metrar langt og mátaði 201 bruttoregistartons. Tað hevði bæði segl og eina tvísylindraða dampmaskinu. Otto Wathne, norskur keypmaður á Seyðisfirði, tók skipið í leigu í 1888 og keypti tað saman við bróður sínum Tønnes í 1896. Seinni sigldi tað framvegis millum íslendskar havnir og til Føroyar og Noregs. Í 1901 varð tað selt til Jens Gran & Søn í Bergen.

Nærum 28 ár eftir ódnarnáttina í Fugloy fór Waagen sína seinastu ferð. Skipið var á veg úr Leith í Skotlandi til Dunkerque í Fraklandi við koli, tá ið tað tann 27. januar 1916 tók í botn á Longstone Rocks við Farne-oyggjarnar við ensku strondini. Sambært norskari vanlukkufrásøgn vóru vitarnir sløktir tá tað hendi. Waagen gjørdist vrak, men øll manningin varð bjargað.