Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.06.2024 14:00

Vitjan úr Grønlandi

Mynd: Runavíkar Kommuna

Runavíkar Kommuna

Í dag vitjaði fíggjarnevndin í Inatsisartut – grønlendska landstinginum – Runavíkar kommunu. Borgarstjórin greiddi teimum frá kommununi og landinum annars, og eftir tað varð samskift um mál av øllum handa slag.

So ymisk sum samfeløgini í tjóðunum báðum annars eru á mongum mótum – bæði eru tey nú einaferð donsk heimastýri hvørs búskapir í stóran mun standa á svimjandi tilfeingi – so var nógv at práta um. M.a. um fiskivinnupolitikk, nú grønlendingar fyri kort síðan hava samtykt eina nýggja skipan á økinum, og sjálvandi um fíggjar- og búskaparpolitikk. Onkur av teimum vitjandi hava eisini roynt seg sum kommunalpolitikarar – eitt nú Asii Chemnitz Narup, Inuit Ataqatigiit, sum var borgarstjóri í høvuðsstaðarkommununi, Sermersooq Kommune, í á leið 10 ár. Tí var av góðum grundum tosa nógv um skúlaskap, dagstovnar, vinnulív, frítíðarlív, undirstøðumál o.s.fr.

Sera áhugaverd vitjan úr einum grannalandi í Norðurhøvum. Aftur við kaffi og køkum bjóðaðu vit teimum fiskasuppu úr Æðuvík.