Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.08.2026 23:56

4 skip á veg

Rotterdam á Runavík fyrr í ár. Mynd: Eyp.fo

Runavíkar Havn

Komandi dagarnar fáa vit vitjan av fýra spennandi ferðamannaskipum.

21. august kl. 08.00-13.00 – SH Diana vitjar í Elduvík

22. august kl. 08.00-14.00 – SeaDream II vitjar Kongshavn

24. august kl. 08.00-17.00 – Amera vitjar Kongshavn

26. august kl. 12.00-20.00 – Rotterdam vitjar Kongshavn

SH Diana er eitt nýmótans ekspeditionsskip hjá Swan Hellenic. Hetta er fyrstu ferð, vit fáa vitjan av skipinum. Skipið er 125 metrar langt og hevur pláss fyri 192 gestum.

SeaDream II er eitt lítið og eksklusivt luksusskip hjá SeaDream Yacht Club. Tað hevur pláss fyri 112 gestum og 95 starvsfólkum. .

Amera hjá Phoenix Reisen er 205 metrar langt og hevur pláss fyri 835 gestum. Hetta er fyrstu ferð, skipið vitjar okkum.

Rotterdam hjá Holland America Line er eitt av teimum heilt stóru skipunum. Tað er umleið 300 metrar langt, og umborð eru 2.800 gestir. Manningin telur 1.000.