Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.09.2024 12:07

Vitjan av Samtaka sveitarfélaga í sjávarútvegi

Mynd: Eysturkommuna

Eysturkommuna

Í gjárkvøldið hevði borgarstjórin vitjan úr Íslandi, har hópurin av vitjandi var mannaður av ymiskum borgarstjórum úr Íslandi. Eitt nú Íris Robertsdóttir, borgarstjóra í vinarbýi okkara, Vestmannaoyggjunum.

Vinarbýar borgarstjórar

Kvøldið byrjaði við rundvísing í býráðshúsinum, ið heimskendi arkitekturin Ósbjørn Jacobsen hevur sniðgivið. Síðani hevði borgarstjórin framløgu um Eysturkommunu, har víst var á tær ymisku verkætlanirnar, ið eru framdar og standa fyri framman.

Eisini fingu tey vitjandi frágreiðing frá Tórheðin Jónsveinsyni um Varðan og fiskivinnuna í Føroyum. Serliga áræði í fólkinum her í Føroyum og  Eysturkommunu fingu rós.

Eftir framløgunar hevði borgarstjórin, Per Martin Gregersen, boðið teimum vitjandi til borðs í Brimborg, har borðreitt var við lokalum rávørum – eitt nú saltfisk og lambskjøt.

Umboðandi Eysturkommunu vóru Per Martin Gregersen, borgarstjóri, Magnus Skoralíð, varaborgarstjóri og Erik Lervig, kommunustjóri.

Tey vitjandi vóru væl nøgd við løtuna. Hetta var eisini fyrstu ferð, at borgarstjórin í vinarbýinum Vestmannaoyggjunum, var á vitjan.

Tey vitjandi vóru:

Jón Björn Hákonarson, borgarstjóri Fjarðabyggð, formaður

Fannar Jónasson, borgarstjóri Grindavík

Írís Róbertsdóttir, borgarstjóri Vestmannaeyjar

Þórdís Sif Sigurðardóttir, borgarstjóri Vesturbyggð

Björn Ingimarsson, borgarstjóri Múlaþing

Eyrún Ingibjörg Sigþórsdóttir, borgarstjóri Dalvík

Valur Rafn Halldórsson – starfsmaður

Gréta Mar Jósepsdóttir, starfsmaður

Gísli Gíslason – Ferðaleiðari

Spjaldur