Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.10.2026 13:22

FM liðkapping í bridge verður leikt í dag og í morgin

Mynd: Føroya Bridgesamband

Tíðindaskriv/Føroya Bridgesamband

Fýra dystir verða leiktir í dag og í morgin í føroyameistarakappingini fyri lið í bridge. Dystirnir verða leiktir í Bridgehúsinum í Gundadali í Havn.

Kappingin er skipað soleiðis at 8 lið dystast í eini kapping, ið gongur kappingarárið 2025-2026, um føroysmeistaraheiti. Kappingin byrjaði í september og seinastu umfør verða leikt í apríl 2026.

Undan dystunum í dag er støðan tann, at liðið hjá Símuni Lassaberg liggur á odda við 67,23 stigum, meðan liðini, ið kallast Rinkuhúsini og Byggitilfar liggja á ávikavist á øðrum og triðja plássi.

Bridge er ein hugaítróttur, eins og talv, og Føroya Bridgesamband skipar fyri fleiri kappingum í Føroyum, eins og føroysk lið luttaka í altjóða kappingum. 

At spæla bridge er sera gevandi og m.a. góð venjing at hugsavna seg, tað stimbrar minni og sinni, og savnar fólk í øllum aldrum, stættum og ymiskleikum.

Hetta vikuskiftið verða íalt 128 spøl spæld, so heilin hjá bridgeleikarum verður væl motioneraður hetta vikuskifti.