Runavíkar kommuna
Í viku 37 høvdu Dagstovnurin Varðin og Barnahúsið Sellin vitjan av samstarvsfeløgum úr Estlandi, Letlandi og Litava.
Dagstovnurin Varðin og Barnahúsið Sellin á Skála eru partur av einum altjóða samstarvi gjøgnum Nordplus Junior Mobility, har starvsfólk úr ymiskum londum fáa høvi at vitja dagstovnar, fáa íblástur, royndir og menna námsfrøðiliga arbeiðið saman.
Verkætlanin hevur heitið Life Near Water: People, Animals and Plants og tekur støði í lívinum nær vatni, har bæði menniskju, djór og plantur eru í miðdeplinum.
Í sambandi við vitjanina fingu gestirnir innlit í, hvussu føroyska náttúran verður nýtt sum ein virkin og týdningarmikil partur av okkara námsfrøðiliga arbeiði við børnunum.
Gestirnir tóku lut í einum vanligum arbeiðsdegi í Sellanum og Varðanum og fingu harvið eina ítøkiliga fatan av, hvussu vit í gerandisdegnum brúka náttúruna sum námsfrøðiligt læringsrúm. Samstundis fingu tey innlit í tey ríkidømi og teir møguleikar, sum náttúran kring okkum bjóðar, og hvussu serliga vælsignað vit eru at hava hesi umhvørvini so nær knýtt at dagliga arbeiðinum.
Í oktober fara trý starvsfólk frá Sellanum og Varðanum til Estlands saman við luttakarum úr hinum samstarvslondunum. Endamálið við ferðini er at fáa innlit í estlendska námsfrøðiliga arbeiðið og í, hvussu náttúran verður nýtt sum partur av teirra dagliga virksemi.
Í februar heldur samstarvið fram í Letlandi, og í apríl gongur leiðin til Litava.
Samstarvsverkætlanin verður eftir ætlan liðug í mai 2027.
Í samband við vitjanina var Barnaútvarpið eisini og vitjaði. Hoyr sendingina her