Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.01.2025 22:22

Vitjaðu heimavøllin

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Hondbóltssamband Føroya

A-landsliðið hjá monnum venur saman hesa og næstu viku í Føroyum. Eftir venjingina í Hoyvíkshøllini í morgun varð farið yvir í nýggju stórhøllina við Tjarnir, har Tummas Justinussen, ein av stigtakarunum til verkætlanina, og sum situr í bygginevndini, vísti runt og greiddi frá.

Høllin verður eftir ætlan tikin í nýtslu um ein góðan mánað og verður hon nýggi heimavøllurin hjá føroysku hondbóltslandsliðunum. Myndin er tikin á komandi skrivstovuni hjá HSF við Tjarnir, har umsitingin fer at halda til.

Fyrsti landsdysturin við Tjarnir verður mikudagin 12. mars 2025 kl. 19:00 ímóti Hollandi.