Firum
Fríggjadagin 25. september er árliga vísindavøkan í Sjóvinnuhúsinum í Havn, og aftur í ár er Firum við.
Laksalús undir sjóneykuni
Millum kl. 09.00 og 15.00 ber til at síggja laksalúsina, royna seg sum lúsateljara og hoyra okkara starvsfólk greiða frá lívfrøði og lívsgongd hennara. Eisini verður høvi at fáa meira at vita um føroysku alivinnuna og um aling av laksi í Føroyum.
Havsins talgildi tvíburi
Klokkan 10.40 heldur Sissal Vágsheyg Erenbjerg, PhD og telduhavfrøðingur á Firum, framløguna ‘Havsins talgildi tvíburi’ í Kongshøll.
Havsins talgildi tvíburi er ein roynd at gera eina talgilda ímyndan av havinum, har tvørfakligar mátingar, eygleiðingar, satelitt-dátur, havmyndladátur kunna savnast og gerast lættari at nýta og skilja. Ein slík skipan kann millum annað nýtast til at myndla streym, hita, føðsluevni, dálking og veðurlagsbroytingar. Hon kann sostatt geva granskarum, myndugleikum og øðrum eitt betri grundarlag fyri at skipa gransking, gera forsagnir og taka avgerðir. Høvuðsendamálið er at stytta leiðina ímillum granskarar aðrumegin og umsiting, undirvísing og brúkarum, til dømis vinnuni, áhugabólkum og vanliga fólkið hinumegin.
Skráin fyri ’Vísindavøku 2026’ sæst her
Um tiltakið ’Vísindavøka’
Vísindavøkan 2026, tann 19. í røðini, verður í Sjóvinnuhúsinum í Havn tann 25. september. Her verða framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt lýsa gransking og nýskapan, úrslit og nyttuvirði av hesum fyri fólk í Føroyum.
20 stuttar framløgur verða í Kongshøll á 4. hædd frá kl. 08.30 til kl. 15.00.
Á Svalanum á 2. hædd og uttanfyri verða tiltøk fyri stór børn, ung og vaksin. Umboð frá stovnum og feløgum fara at hava samvirkin tiltøk og kappingar á básum. Havstovan sýnir fram ymsar fiskar o.a. og Næmingar og lærarar á Glasi gera royndir.
Tað er ikki neyðugt við tilmelding til einstøku framløgurnar. Øll eru vælkomin og øll tiltøk eru ókeypis.



