Mynd: Skála kirkja
Tiltakið “Vit syngja jólini inn” hevur verið hildið 10 ár á rað (2010 – 2019), men orsakað av Koronu er tað avlýst hesi seinastu 2 árini. Nú taka vit táttin uppaftur: 2. sunnudag í advent (4. des. kl. 18) skipa vit í Skála kirkju aftur fyri hesum hugnaliga og væl umtøkta tiltaki ????.
Tiltakið er – eins og áður – skipað sum ein sanggudstænasta við nógvum, góðum og kendum jólasálmum og fjøltáttaðum (lokalum) undirspæli afturvið. Streingjakórið í Meinigheitshúsinum tekur lut, og við teirra hjálp verða 4 av teimum 8 felagssálmunum sungnir fleirraddað.
Harafturat fer Herálvur Joensen, sum hevur slitið sínar barnaskógvar á Skála, at hava jólahugleiðingar. Herálvur er útbúgvin løgfrøðingur og er í løtuni aðalstjóri í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum. Hann hevur eisini verið í øðrum størvum í landsumsitingini umframt at vera stjóri í Reiðarafelagnum og sendimaður Føroya í Keypmannahavn.
Herálvur umboðar eina familju, sum í fleiri ættarlið hevur verið sera virkin í kirkjuliga arbeiðinum í bygdini: abbin, Olaf Rasmussen, pápin, Pauli Joensen, og systir hansara, Lív Joensen, hava í nógv ár sitið í kirkjuráðnum. Tað var Lív, sum – saman við tá sitandi kirkjuráði – í 2010 tók stig til siðvenjuna at syngja jólini inn. Vit vóna og vænta, at nógv taka sær stundir til at vera við til hetta hugnaliga og jólaliga tiltak – vælkomin!
Aftan á gudstænastuna verður ein drekkamuður at fáa í kirkjukjallaranum.
Deil á Facebook