Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.06.2026 20:04

Vísindasiðseminevndin vald av nýggjum

Mynd: Heilsu- og orkumálaráðið

Heilsu- og orkumálaráðið

Vísindasiðseminevndin er nú vald av nýggjum fyri komandi fýra árini. Á fyrsta fundinum heilsaði nevndin upp á Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum. 

“Vísindasiðseminevndin hevur eina týdningarmikla uppgávu í at tryggja álitið á heilsugransking í Føroyum. Tað er avgerandi, at gransking verður framd á einum tryggum og ábyrgdarfullum grundarlagi, har menniskjað altíð er í miðdeplinum.”, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna. 

Nýggja Vísindasiðseminevndin er mannað soleiðis: 

  • Eina Hansen Eliasen, sjúkrarøktarfrøðingur, cand.scient.san, ph.d., námslektari
  • Hilmar Augustinussen, limur í Sjúklingaráðnum og varalimur í Alzheimerfelagnum undir MEGD
  • Marjun A. Lómaklett, sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi og integratiónsprestur
  • Marner Fríðheim Kristiansen, lækni, ph.d. og høvuðsútbúgvingarlækni í arbeiðsmedicin
  • Poula Reinert Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur, cand.scient.san, leiðari á Nánd
  • Sólja í Ólavstovu, løgfrøðingur, við drúgvum royndum úr føroysku og grønlendsku umsitingini
  • Torkil á Steig, yvirlækni, serlækni í nefrologi 

Nevndin hevur skipað seg við Marner Fríðheim Kristiansen sum forfólki og Poulu Reinert Petersen sum næstforfólki. 

Harumframt eru hesi vald sum varalimir: 

  • Anna Borg Dahl, løgfrøðingur
  • Jákup N. Olsen, formaður í Sjúklingaráðnum, fyrrverandi formaður í Krabbameinsfelagnum
  • Niclas Eysturoy, yvirlækni, ph.d., serlækni í ortopedi
  • Tórunn Højgaard Ósá, sjúkrarøktarfrøðingur, námslektari í sjúkrarøktarfrøði og ph.d. 

Landsstýriskvinnan og Heilsu- og orkumálaráðið takka samstundis Gunnhild Helmsdal, Kára Purkhús og Jóhannu Petersen fyri teirra arbeiði í Vísindasiðseminevndini. Tey halda ikki fram í nevndini.