Heilsu- og orkumálaráðið
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, hevur gjørt av at seta Michael Vestergaard Thomsen í starvið sum varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum.
Michael Vestergaard Thomsen er 62 ára gamal og útbúgvin lækni frá Odense Universitet í 1993. Hann gjørdist serlækni í plastikkirurgi í 2006 og hevur breiðar læknafakligar royndir innan skurðøkið, millum annað innan ortopædkirurgi, abdominalkirurgi, urologi og gynækologi.
Hann hevur eisini drúgvar leiðsluroyndir. Seinastu 10 árini hevur hann starvast sum cheflæge á Deildini fyri Plastikkirurgi og Brunasársviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum. Deildin fevnir um fýra fakøki og hevur umleið 120 starvsfólk. Harumframt hevur hann leiðaraútbúgving frá Ríkissjúkrahúsinum og hevur tikið eitt modul í Master of Public Governance á Copenhagen Business School.
Michael Vestergaard Thomsen tekur við starvinum 1. februar 2027.