Mynd: Eysturkommuna
Nú fríggjadagin 27. januar kl. 09.00 bjóðar Eysturkommuna vinnuni í kommununi til ein vinnudag. Dagurin verður hildin í Víkingahúsinum í Norðragøtu.
Borgarstjórin Per Martin Gregersen, sigur við Eysturoyarportalin, at hann er spentur at bjóða vinnulívinum vælkomin, og vísir á, at við tí sterka og fjølbroytna vinnulívinum í Eysturkommunu, so er tað mestsum ein sjálvfylgja at vinnan verður boðin til borðs.
Um so er, at tað ikki ber til at verða við til allan vinnudagin, so vil borgarstjórin viðmæla, at ein kann verða við til ein part av degnum. Skráin er spennandi og fjølbroytt og hevur heilt sikkurt okkurt til øll.
Sí skránna her: https://www.eysturkommuna.fo/skrain-fyri-vinnudagin-27-januar/
Tí vónar borgarstjórin, at síggja nógv fólk frá lokala vinnulívinum, tí hetta er ein góður møguleiki at vísa hvør øðrum hvat fyri væntanir vinnan hevur av kommununi, og hvat kommunan kann vænta av vinnuni, sigur borgarstjórin at enda.
Freistin at boða frá luttøku er flutt til nú mikudagin 25 Januar. Vinarliga boða frá á eystur@eystur.fo
Deil á Facebook