Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.08.2026 22:58

Vindurin fór avstað við graslíkinum í Fløtugerði

Mynd: Sólborg Borðoy

Tað hevur verið illfýsi og ringt veður í allan dag – og onkrar harðar hvirlur hava eisini verið inn ímillum.

Í Fuglafirði fekk sløkkiliðið fyrr í dag eina fráboðan um, at nýggja graslíkið sum í hesum døgum verður lagt á í Fløtugerði, varð farið í nógva vindinum.

Sum sæst á myndini, so hevur vindurin tikið ein part av nýggja undirlagnum.

Les eisini: Skifta graslíkisvøllin í Fuglafirði (Myndir)