Fólkaflokkurin
Fyrsta formansfrágreiðing hjá Beini Johannesen sum løgmaður var hildin á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum í dag.
Góðu fólkafloksfólk!
Síðani vit hittust seinast á landsfundi, er nógv hent. Vit hava havt eitt løgtingsval, ið hevur broytt okkara støðu síðan seinast.
Valið gav okkum eina dygga álitsváttan – besta val floksins seinastu í 76 ár, har vit fingu 9 tingfólk og 26,7% av atkvøðunum. Ein framgongd á 7,8%.
Og sigast má, at tað var runt alt Føroyar, at fólk góvu okkum hesa framgongd.
Vit gjørdust størsti flokkur í Eysturoynni.
Í høvuðsstaðnum høvdu vit eina framgongd á knapt 8%.
Í Norðstreymi vóru vit størsti flokkur.
Í Norðoyggjum vóru vit størsti flokkur.
Í Suðuroy vóru vit næststørsti flokkur við stórari framgongd.
Á Sandoynni vóru vit størsti flokkur.
Og í Vágum vóru vit størsti flokkur.
Eitt slíkt úrslit kemur ikki av sær sjálvum. Tað er úrslitið av einum stórum arbeiði, sum nógv fólk hava lagt bæði tíð og orku í. Tí vil eg nýta høvið til at bera tykkum øllum eina hjartans tøkk.
Fyrst og fremst vil eg takka øllum tykkum, sum stillaðu upp fyri Fólkaflokkin. Bæði tykkum, sum blivu vald, og tykkum, sum ikki rukku inn um tinggáttina. Tit hava øll tykkara part av hesum søguliga úrslitinum, og tað skulu tit vita, at vit virðismeta.
Men aftanfyri valevnini stendur eisini ein stór fjøld av fólki, sum sjáldan fær nakra serliga umrøðu, hóast arbeiðið hjá teimum er avgerandi.
Tað eru tit í okkara lokalfeløgum, okkara ungmannafelag. Tit, sum heingja plakatir upp, skipa fyri fundum og tiltøkum, hjálpa til á skrivstovuni og so mangt annað. Alt fyri, at eitt valstríð kann eydnast.
Og so eru tað øll tit, sum eisini millum valini gera eitt stórt arbeiði fyri Fólkaflokkin. Tit, sum halda lív í lokalfeløgunum, skipa fyri tiltøkum og syrgja fyri, at flokkurin er virkin runt alt landið. Tit stuðlar, ið altíð eru við – í viðgongd og mótgongd.
Uttan tykkum hevði Fólkaflokkurin ikki verið tað, hann er í dag. Tí skal ein stór og hjartans tøkk ljóða til tykkum øll.
Hetta úrslitið gav okkum so møguleikan at skipa stjórn eftir trý og eitt hálvt ár í andstøðu.
Í nógv ár hevur føroyskur politikkur verið merktur av blokkpolitikki, har flokkarnir í ov stóran mun hava býtt seg í fastar legur, og har samstørv tvørtur um politisku mørkini mangan hevur verið torført. Men vit mettu, at tíðin var komin til at hugsa øðrvísi. At taka veruliga ábyrgd.
Tí valdu vit at seta okkum saman við Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum fyri at kanna, um vit kundu finna eitt felags grundarlag fyri at leiða Føroyar komandi árini.
Tað var ikki ein avgerð, sum vit tóku, tí vit høvdu slept okkara egnu hugsjónum, ella tí vit brádliga vóru vorðin samd um alt. Tvørturímóti eru vit tríggir flokkar við ymiskum hugsjónum og sjónarmiðum í fleiri grundleggjandi spurningum.
Men vit vóru samd um, at Føroyar hava tørv á politiskum støðufesti, ábyrgd og breiðum semjum um tær stóru avbjóðingarnar, sum liggja fyri framman.
Tað verið seg, tá tað kemur til at betra almenna búskapin, loysa bústaðartrotið, tryggja vinnuni støðugar karmar, betra umstøðurnar hjá familjuni og fáa ung at støðast í Føroyum.
Neyðugt er við varandi semjum, ið skulu tryggja samfelagið frameftir og fingu vit eitt samgonguskjal, ið avspeglar hetta væl.
–
Í samgonguskjalið megnaðu vit at fáa sera nógv av okkara málum í. Eitt nú innan bústaðarøkið, ið er kanska tann mest átrokandi avbjóðingin, ið vit hava.
Tørvur er á, at vit økja um útboðið av bústøðum. Um vit skulu fáa fólk at velja Føroyar – bæði at vera verandi her og at flyta heimaftur til – so hevur tað størst týdning at loysa bústaðartrotið.
Tí eru vit fegin um, at semja er um at gera eina mvg-afturbering fyri nýggjar bústaðir. Uppskotið skal gera tað lættari hjá fólkið at byggja, og samstundis økja um útboðið.
Somuleiðis er gongd á fleiri onnur mál, ið vit hava havt, tá tað kemur til bústaðarmál.
Í løtuni eru uppskot áveg um eitt nú, at geva kommunum størri frælsi at prísáseta grundøkir. Hetta so, at møguleiki er at ogna sær bíligari grundstykkir enn í dag.
Eisini gera vit tað lagaligari at byggja leiguíbúðir, og arbeitt verður við loysnum at stytta viðgerðartíðirnar til matrikkulering, so longu bíðitíðirnar verða styttar.
Øll uppskot, saman við fleiri øðrum, ið skulu geva fleiri ein møguleika at fáa sítt heim.
Møguleikan at seta føtur undir egið borð, ið hevur verið ein siðvenja fyri føroyingar gjøgnum ættarlið, og ein siðvenja, ið vit eisini skulu geva tí yngra ættarliðnum.
Vit hava í Føroyum nógvar siðvenjur, ið eru verdar at varðveita. Í teimum liggja tey virðir, ið liggja til grundar fyri okkara samfelagi í dag.
Men skulu vit varðveita tað góða samfelagið, sum undanfarin ættarlið hava bygt upp, mugu vit eisini vera tilvitað um tær broytingar, sum fara fram rundan um okkum.
Føroyingar eru kendir fyri at vera gestablíðir, og vit hava gjøgnum tíðina tikið væl ímóti fólki, sum eru komin higar úr øðrum londum.
Útlendsk fólk hava havt stóran týdning fyri okkara vinnulív, og nógv av teimum, sum eru flutt higar, hava fest røtur, stovnað familju og eru vorðin ein natúrligur partur av føroyska samfelagnum.
Men vit mugu samstundis minnast til, at Føroyar eru eitt lítið og viðbrekið samfelag, har okkara mál, mentan og siðvenjur ikki kunnu takast sum ein sjálvfylgja. Tí er tað eisini neyðugt, at vit hava eina útlendingalóggávu, sum tekur atlit til føroysku viðurskiftini, og at vit tora at seta greið krøv til tey, sum ynskja at búseta seg her.
Tí eri eg fegin um, at tað hevur eydnast okkum at sett greið mál hesum viðvíkjandi í samgonguskjalið.
Eitt arbeið er í gongd at endurskoða alla útlendingalógina, so hon endurspeglar tað, ið vit ynskja. Men alt kann ikki bíða eftir tí, og tí vilja vit fremja nakrar broytingar sum skjótast.
Tí fer okkara landsstýrismaður í vinnumálum at bera tinginum uppskot um, at fleiri ár skulu ganga, áðrenn útlendsk arbeiðsmegi kann fáa sína familju til Føroya og eisini skal rein revsiváttan krevjast frá útlendskari arbeiðsmegi.
Vit hava stóran tørv á arbeiðsmegi og mugu hava góðar skipanir til frama fyri hetta. Men vit skulu fremst av øllum tryggja, at føroyska samfelagið framvegis byggir á tey virði, sum hava bundið ættarlið saman og gjørt oyggjarnar til tað, tær eru í dag.
Men tað eru ikki bara broytingar uttanifrá, sum seta okkara samfelag undir trýst. Vit hava eisini avbjóðingar her heima, sum vit mugu taka nógv størri ábyrgd fyri. Ein tann álvarsligasti trupulleikin er vaksandi talið av rúsevnum.
Vit hava seinastu árini ferð eftir ferð hoyrt um stórar nøgdir av rúsevnum, sum verða smuglaðar til Føroya, og um hvussu rúsevni í størri mun eru vorðin ein partur av umhvørvinum hjá okkara ungu.
Hetta er ein gongd, sum vit ikki kunnu góðtaka, tí aftanfyri hagtølini og yvirskriftirnar eru menniskju, har lívini syndrast, og familjur, sum verða raktar av avleiðingunum.
Eg eri fegin um, at hetta er eitt mál, ið hevur høga raðfesting í landsstýrinum, og har semja er um málið – ikki bara í politisku skipanini, men øllum samfelagnum. Tí tað skal nógv til fyri at basa hesum trupulleikanum, tí hetta er ein samansettur trupulleiki.
Setast skal inn á fleiri mótum. Vit skulu styrkja fyribyrging og upplýsing, styrkja eftirlit og geva tí røttu viðgerðina til tey, ið eru í bundinskapi.
At fólk ikki enda úti í tílíkum trupulleikum, so er ein góð byrjan týdningarmikil.
Familjan er kjarnin í samfelagnum. Eitt av høvuðsmálum okkara til valið var, at samfelagið skuldi vera familjuvinarligari á øllum økjum, og familjan skuldi fáa størri frælsi á sínari tíð og sínum pengum.
Stóri prísvøksturin, ið hevur rakt samfelagið, rakar serliga barnafamiljur, ið hava nógvar útreiðslur at dragast við til dagligt.
Vit kunnu tí fegnast um, at okkum hevur eydnast at gjørt eitt samgonguskjal, ið raðfestir korini hjá familjunum.
Vit fara at hækka barnafrádráttin komandi árini, so familjur fáa 1.500 kr. meira í barnafrádrátti fyri hvørt barnið.
Eisini gera stórar batar í barsilsskipanini.
Skipanin skal gerast smidligari, hámarkið á útgjaldinum skal hækkast stigvíst upp til 60.000 kr. og skattafríur barnakekkur á 20.000 kr. skal latast, tá ein fær eitt barn. Hesar broytingar koma í gildi fyrst í komandi árini.
Hetta gevur familjum eitt lyft í einum annars trongum gerandisdegi.
Tí tað er neyðugt, at vit skapa eitt samfelag, har tað er gott at vera og seta á stovn familju.
Somuleiðis skulu vit skapa fortreytir fyri, at ungfólk velja Føroyar.
Í næstu viku fer Løgtingið eftir ætlan at samtykkja, at lesandi frá komandi skúlaárið kunnu forvinna upp til 30.000 kr. mánaðarliga, uttan at missa studningin, ið var eitt av okkara málum til valið.
Í næstu viku fer landsstýrismaðurin í mentamálum at leggja eitt uppskot fram um at seta gongd á Kampusverkætlanina, ið verður eitt stórt stig fram móti einum betri lestrarumhvørvi í Føroyum.
Hesi eru bæði átøk, ið gera Føroyar til eitt betri lestrarland, og ætla vit okkum áhaldandi at halda fram í somu kós, eitt nú við at útvega fleiri lestrarbústaðir.
–
Fíggjarligt frælsi hjá tí einstaka er ein av grundsúlunum í Fólkaflokkinum.
Tá vit skuldu skipa samgongu, so vóru tað nøkur mál, ið vóru av alstórum týdningi fyri okkum at fáa við. Eitt av tí, var, at borgarin skuldi ikki gjalda meira í skatti og avgjøldum.
So lat meg gera tað púra greitt – vit hækka ikki gjøld og skattir hjá borgarum hetta valskeiðið.
Samstundis skulu vit javna skattastigan samsvarandi prís- og lønarvøkstrinum, so skattatrýstið ikki hækkar.
Eisini geva vit møguleikan til føroyingar at seta á stovn eina skattafría íløgukonto, ið skal gera tað lættari at gera íløgur.
Hetta eru mál, ið styrkja um fíggjarliga frælsið hjá tí einstaka.
Men vit vita samstundis, at framtíðar útlitini hjá almenna búskapinum ikki eru góð.
Um vit vilja halda fast í, at verja um fíggjarliga frælsi hjá tí einstaka, so er neyðugt við einum skynsomum fíggjarpolitikki.
Samgongan hevur latið úr hondum sítt fyrsta fíggjarlógaruppskot. Tað er fyrsta fíggjarlógaruppskot í 4 ár, ið vísir eitt avlop.
Fyri at fáa eitt lítið avlop, so hevur verið neyðugt við nøkrum átøkum á útreiðslusíðuni.
Men tað verður ikki seinastu ferð hetta valskeiðið, at neyðugt verður við átøkum.
Vit eru noydd til at fremja neyðugar nýskipanir. Vit mugu tálma tí rakstrarvøkstri, ið hevur verið tey seinastu árini.
Vit hava longu nú lagt stovnar saman, gjørt tillagingar í rakstrinum, og eru vit í ferð við at seta í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk. Men hetta er ikki nóg mikið, um vit framhaldandi ynskja, at vit skulu veita tær tænastur, ið vit gera í dag, og um vit ikki ynskja at hækka skattatrýstið hjá borgarnum.
Tí verður neyðugt við fleiri átøkum – eisini átøkum, ið ikki øll vera fegin um.
–
Ein bulur undir, at vit í framtíðini eisini tryggja vælferðina og ein sjálvstøðugan búskap, er eitt sterkt vinnulív.
Seinastu árini hava vit tíverri sæð, at serliga innan høvuðsvinnurnar, hevur óstøðuleiki verið ein stórur partur av gerandisdegnum. Hesin óstøðuleiki hevur fyrst og fremst verið politiskur.
Tí er tað gott fyri okkara vinnulív, at vit hava eina breiða samgongu, ið kann skapa varandi og tryggar karmar.
Tryggir karmar fyri vinnuna eru ein treyt fyri vinnuligum framburði og búskaparligum vøkstri. Tí er Fólkaflokkurin ein garantur fyri.
Longu nú í hesum samgonguskeiðnum síggjast úrslit. Vit hava longt gildistíðina á veiðuloyvum í fiskivinnuni í einari breiðari semju.
Vit lata dyrnar uppaftur fyri einari olju- og gassvinnu í Føroyum. Bæði fyri at økja um orkuframleiðsluna, men eisini at geva okkum fleiri búskaparlig bein at standa á.
Eisini er gongd sett á at betra um umstøðurnar at reka landbúnað í Føroyum.
Smærri vinnurekandi eru ein hornasteinur í samfelagnum. Vit skulu minnast til, at ein og hvør stór fyritøka byrjaði í tí smáa. Tí skulu umstøðurnar hjá teim smærri vinnurekandi vera góðar.
Tí vilja vit, at tað skal vera lætt at stovna virki, at krøvini til umsiting skulu vera so fá og einføld sum gjørligt, og møguleikarnir til fígging vera betri. Eisini skulu sjálvstøðug vinnurekandi hava betri atgongd til almennar skipanir.
Vit hava tvær høvuðsvinnur, ið eru í rúkandi menning. Útflutningurin setur met hvørt ár, men hetta er ongin sjálvfylgja. Vit mugu allatíð veita góðar og støðugar karmar til vinnuna, men eisini er týdningarmikið við betri marknaðaratgongd.
Eins og ein stórur partur av okkara hugsjón er, at vit ynskja eitt frælst vinnulív, so er ein eins stórur partur, at vit skulu hava eina frælsa tjóð. Fólkaflokkurin hevur frá stovnan í 1939 arbeitt fyri einum frælsum og sjálvbjargnum Føroyum, har vit føroyingar hava størri ræði á okkara egnu viðurskiftum.
Vit eru komin langt á leið, men enn er nakað á mál. Og í dag eru vit eisini komin hartil, at vit ikki kunnu koma langt longur á leið í verandi kørmum.
Vit síggja forðingar við verandi kørmum á fleiri mótum. Vit kunnu ikki umboða okkara egnu áhugamál í øllum lutum, eitt nú vinnuliga. Vit møta forðingar, tá tað kemur til at vinna Føroyum limaskapir í altjóða felagsskapum, og tá vit skulu hava betri marknaðaratgongd.
Tíðin er búgvin til at taka næsta stigið og broyta verandi karmar, so vit fáa tær neyðugu uttanríkispolitisku heimildirnar, ið skulu til fyri at umboða Føroyum úti í heimi. Um vit ikki gera tað, so kunnu vit koma út fyri, at okkara vinnulív tapir kappingina úti í heimi, og tað má ikki henda.
Tí skulu vit taka næsta stigið, so vit kunnu umboða okkum sjálvi úti í heimi.
Góðu fólkafloksfólk,
Eg byrjaði røðuna við at nevna tað góða valúrslitið hjá okkum, ið mann sá aftur kring alt landið.
Hetta sást eisini aftur, um vit hyggja eftir okkara ting- og landsstýrismanning.
Vit hava eitt sterkt lið, við sterkum kvinnum og monnum, ið umboða ein sera breiðan skarða av samfelagnum.
Tí vit hava umboðan kring alt landið – í øllum teimum gomlu valdømunum.
Vit hava fólk í øllum aldri – í 20’inum, 30’inum, 40’inum, 50’inum og 60’inum.
Vit hava akademikarar, sjálvstøðug vinnurekandi, lærarar og handverkarar.
Samanumtikið eitt sterkt lið, ið umboðar sera væl borgaran.
Vit hava fingið eitt søguligt álit frá føroyska fólkinum, og tað álitið skulu vit fara væl við.
Vit skulu framvegis vera trúgv móti teimum hugsjónum, sum Fólkaflokkurin varð stovnaður á í 1939. Hugsjónunum um persónligt frælsi, privata ognarrættin, frælsa vinnu og eitt frælst og sjálvbjargið Føroyar.
Men vit skulu eisini vísa, at hesar hugsjónir kunnu umsetast til ítøkiligan politikk, sum ger mun í gerandisdegnum hjá føroyska fólkinum. Tí tað var ikki bara fyri at vinna eitt val, at vit hava arbeitt hart. Vit arbeiddu fyri at fáa møguleikan at gera mun, seta okkara dám á samfelagið og taka ábyrgd fyri framtíðini hjá Føroyum.
Og nú hava vit fingið tann møguleikan, og hann skulu vit brúka.
Tað skylda vit teimum 9.451 føroyingunum, sum settu krossin við Fólkaflokkin. Tað skylda vit øllum tykkum, sum hava arbeitt fyri flokkinum, og tað skylda vit eisini teimum, sum ikki valdu okkum.
Tí tá vit hava fingið ábyrgdina av at leiða landið, hava vit ábyrgdina av øllum Føroyum. Og tað er við hesi ábyrgdini í huga, at vit hava valt at ganga nýggjar leiðir, sum fara at gera Føroyar til eitt enn betri samfelag.
Takk fyri, og góðan landsfund!