Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.08.2024 15:53

Vilja breiðka skaran av málmansvenjarum

yrr í ár tók Geza Turi, ið er málmansvenjari hjá manslandsliðnum og KÍ, hægstu málmansvenjaraútbúgving, ið UEFA skipar fyri - Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Sum liður í menningini av málmansvenjarapartinum í føroyskum fótbólti, verður í næstum skipað fyri einum serligum skeiði, nevnt málmansvenjaraleiðin, har venjarar, við áhuga fyri málmansvenjing, kunnu taka UEFA C venjaraprógv eftir einum serligum leisti

——————

UEFA setir leypandi hægri krøv til útbúgving av málmansvenjarum. Í 2023 varð skipað fyri einum serligum málmansvenjaraskeiði, har venjarar við M2 høvdu møguleikan at uppstiga sína útbúgving til UEFA GK B.

Níggju venjarar komu á mál við hesi uppstigan, og nú er so ætlanin at seta ferð á tilgongdina, so vit fáa enn fleiri venjarar, ið eru skikkaðir at fara undir UEFA GK B útbúgvingina, sum eftir ætlan verður í 2025.

Skeiðið verður skipað yvir tvey vikuskifti. Fyrri parturin verður í døgunum 22. til 24. november í ár, meðan seinni parturin av skeiðnum verður frá 10. til 12. januar komandi ár.

Endamál
Endamálið við málmansvenjaraleiðini er at fyrireika málmansvenjarar til eina komandi UEFA GK B útbúgving, sum eftir ætlan fer av bakkastokki í 2025. UEFA C prógv er fortreyt fyri upptøku á UEFA Goalkeeper B skeiðnum.

Yvirskipað er endamálið eisini at breiðka skaran av málmansvenjarum i føroyskum fótbólti sum heild, so enn fleiri verða eyggjað til at útbúgva seg innan økið, og at vit harvið eisini fáa fleiri at taka sær av málmansvenjingunum í feløgunum.

Innihald
Innihaldið á skeiðum er ein samanseting av innihaldinum á M1, C1 og C2. Sostatt verður talan um eitt UEFA C skeið, har størri dentur verður lagdur á málmansvenjing, men har luttakararnir eisini fáa kunnleika um onnur øki innan venjaraleiklutin, eins og á vanligu C venjaraskeiðunum.

Málbólkur
Málmansvenjaraleiðin er ætlað venjarum, sum hava ætlanir um at taka UEFA GK B útbúgvingina í framtíðini. Talan kann bæði verða um núverandi og fyrrverandi málverjar, og annars venjarar, sum hava áhuga fyri málmansspælinum.

Luttøkugjald
Kostnaðurin fyri skeiðið, íroknað frálærutilfar og kost, er 6.000 krónur. Kvinnur rinda tó ikki luttøkugjald.

Tilmelding
Áhugað kunnu sjálvi tekna seg til skeiðið, ella venda sær til egið felag, sum síðani avgreiðir tilmeldingina.

Tilmeldingin fer fram í nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Freistin er boða frá luttøku er mánadagin 4. november 2024.

Meira fæst at vita um skeiðið við at venda sær til Eli Hentze, tel. 29 19 62, ella eli@football.fo.