Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.05.2026 12:22

Vil byggja fyritøkur við tænastu og góðsku sum grundarlagi

Signar Nielsen, stjóri á Lunnar og RIST. Mynd: Eyp.fo

Eyp grein

Á Heiðavegi í Saltangará liggja tvær fyritøkur, sum á hvør sín hátt siga nakað um menningina í økinum kring Skálafjørðin. Í aðrari verða talgildar loysnir mentar til føroyskar fyritøkur. Í hinari savnast fólk um mat, tænastu og hugna.

Handan báðar stendur Signar Nielsen.

Hann er stjóri í KT-fyritøkuni Lunnar og eisini stjóri í matstovuni RIST, sum heldur til í gamla bygninginum hjá Bjarna Blikk í Saltangará.

Á pappírinum eru talan um tvær heilt ymiskar fyritøkur. Onnur fæst við heimasíður, skipanir, appir og talgildar brúkaraupplivingar. Hin fæst við mat, gestir, starvsfólk og dagligan rakstur á einari matstovu.

Men fyri Signar Nielsen er felagsnevnarin greiður: tænasta og góðska.

Tænasta og góðska eru míni persónligu aðalmál. Tænasta kostar sum oftast einki. Tað snýr seg um at smílast, at siga “vælkomin” og “góðan dag”, at taka sær stundir at tosa, at taka ábyrgd og at halda tað, ein lovar, sigur hann.

Tann hugsanin sæst aftur í báðum fyritøkunum. Í Lunnar snýr hon seg um at menna KT-loysnir, sum eru væl gjørdar, lættar at brúka og skapa veruligt virði fyri kundan. Í RIST snýr hon seg um mat, móttøku, nærveru og eina uppliving, sum fær gestirnar at kenna seg vælkomnar.

Frá stovnarum til 12 starvsfólk

Lunnar varð stovnað í 2015. Tá vóru tað stovnararnir og eigararnir sjálvir, sum mannaðu fyritøkuna. Í dag, í 2026, eru 12 starvsfólk í Lunnar.

Fyrsta starvsfólkið varð sett í 2021. Síðani hevur fyritøkan sett millum eitt og tvey fólk um árið.

Vøksturin kom, tí eftirspurningurin eftir tænastunum hjá Lunnar vaks. Men at seta fólk í starv var ikki bara eitt praktiskt stig. Tað var eisini eitt stig, sum kravdi dirvi.

Øktur eftirspurningur eftir okkara tænastum gjørdi, at vit byrjaðu at seta fólk í starv. Tað kravdi nakað av dirvi, tí tað setir størri krøv til okkum í sambandi við umsiting og at tryggja uppgávur. Vit hava eina ábyrgd fyri øllum okkara starvsfólkum, sum hava hús og heim at taka sær av. Tað er ein stór ábyrgd, sum vit taka í størsta álvara, sigur Signar Nielsen.

Tá ið ein er stjóri ringir telefonin fleiri ferðir um dagin. Mynd: Eyp.fo

Flestu starvsfólkini hjá Lunnar hava drúgvar royndir innan menning av heimasíðum, skipanum og appum. Harumframt hevur fyritøkan førleikar innan sniðgeving, UX og UI.

Sjálvur hevur Signar Nielsen útbúgving innan datalogi og roknskap. Hann hevur harumframt altjóða góðkendar KT-trygdarsertifiseringar. Hann hevur eisini lisið á Københavns Universiteti og hevur seinastu árini lisið master í dátuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya.

Fyrr í ár tók hann við sum stjóri í Lunnar eftir Pól Andrias Larsen. Tá hevði hann longu verið partaeigari síðani 2021 og nevndarformaður í felagnum.

Heimasíður og sermenning

Lunnar stendur í dag á tveimum høvuðsøkjum: heimasíðumenning og sermenning.

Heimasíðumenning fyllir umleið 30 prosent av arbeiðinum, meðan sermenning fyllir umleið 70 prosent, um hugt verður at tímum. Sermenning fevnir um serbygdar skipanir og appir, sum verða mentar eftir tørvinum hjá einstaka kundanum.

Felags fyri bæði økini er, at brúkarin skal vera í miðdeplinum.

Vit leggja stóran dent á brúkbæri, snið og góðar upplivingar. Brúkarin er í fokus, og allar loysnir verða bygdar soleiðis, at tær eru lættar at nýta, sigur Signar.

Ein stórur partur av arbeiðinum hjá Lunnar er víðarimenning og viðlíkahald av verandi loysnunum hjá kundum. Tað er tilvitað. Fyritøkan ynskir ikki bara at loysa eina einstaka uppgávu og síðani fara víðari.

Tað er sera týdningarmikið fyri okkum, at vit hava eitt gott samstarv við kundan. Vit ynskja samstarv, sum eru varandi, og ikki bara eingangsuppgávur, sigur hann.

Millum verkætlanirnar, sum Lunnar hevur arbeitt við, eru appirnar hjá Effo og SMS.

Undir koronu ynskti Effo eina app til áfylling, so kundar sjálvir kundu avgreiða síni viðurskifti uttan ov nógva fysiska kontakt við starvsfólk, pengar og annað. Lunnar menti appina, sum síðani er víðariment. Hon verður framvegis brúkt, og nýggjasti hentleikin er, at kundar kunnu keypa kaffi við appini.

SMS vendi sær eisini til Lunnar, tí tey ynsktu eina app við tilboðsbløðum, persónligum prísum, uppskriftum og øðrum tilfari. Lunnar menti eina app, sum samskiftir við bókhaldsskipan, kassaskipan og aðrar veitarar.

Tað mest krevjandi var integratiónin millum skipanirnar, sigur Signar.

Lunnar hevur eisini ment heimasíðuna hjá Smyril Line, sum sambært Signari er tann størsta heimasíðan, fyritøkan higartil hevur ment.

Vilja menna fleiri egnar vørur

Hóast Lunnar í stóran mun hevur arbeitt við kundaverkætlanum, hevur tað altíð verið eitt mál hjá fyritøkuni at menna egnar skipanir – ella hillavørur.

Tað hevur ikki altíð verið tíð til tað, tí eftirspurningurin eftir tænastunum frá okkum hevur verið stórur. Men sum stjóri vil Signar Nielsen seta meira ferð á hetta økið.

Kósin verður ikki broytt. Vit eru og gera framvegis tað sama. Eg raðfesti kanska øðrvísi og ynski at seta ferð á menningina av hillavørunum, sigur hann.

Hugskotini koma ofta úr gerandisdegnum hjá Lunnar sjálvum.

Hugskot til hillavørur troyta ikki. Í fyrstu syftu taka vit støði í okkara egna gerandisdegi og menna skipanir, sum loysa okkara tørv, og sum vit tíma at brúka. Um vit halda, at onnur kunnu fáa gagn av skipanini, verður hon gjørd til hillavøru, sigur Signar.

Í løtuni hevur Lunnar fýra slíkar vørur: eina loggskipan, eina SMS-skipan, eina skipan til yvirvaking og eina gjaldsskipan.

Hillavørurnar kunnu skapa størri støðufesti, tí tær geva afturvendandi gjøld heldur enn bara inntøkur frá einstøkum verkætlanum. Men fyri Signar snýr tað seg eisini um fakligan áhuga.

Tær eru eisini stuttligari at menna, tí vit gera sjálvi av, hvussu skipanin skal síggja út, og hvørjar hentleikar hon skal hava, sigur hann.

Í fyrstu syftu er tað føroyski marknaðurin, sum Lunnar hyggur at. Fyritøkan hevur ikki í løtuni ætlanir um at fara á útlendska marknaðin, men Signar útilokar ikki, at tað kann gerast aktuelt um nøkur ár.

Føroysk hýsing sum trygdarspurningur

Eitt annað øki, sum Lunnar vil byggja upp, er hýsing í Føroyum.

Fyri Signar er hetta ikki bara ein tøknilig tænasta. Tað er eisini ein spurningur um trygd, støðufesti og tilbúgving.

Í mun til KT-trygd er tað umráðandi við einum hýsingarumhvørvi í Føroyum. Vit eru sera viðbrekin í Føroyum, tí um kaðlarnir verða kvettir ella oyðilagdir, er einki samband til útheimin, og so virka skipanirnar ikki, sigur hann.

Signar og Lunar hava nýliga flutt í nýggj hølir í Saltangará. Mynd: Eyp.fo

Hann vísir á, at ófriður og øktur váði fyri sabotagu gera tað natúrligt at hugsa meira um, hvar føroyskar skipanir eru hýstar.

Kundar eftirspyrja eisini hesa tænastuna, tí tey hava tørv á stabiliteti og kunnu ikki góðtaka, at skipanirnar eru óvirknar, sigur Signar.

Ætlanin er tí, at Lunnar skal kunna bjóða kundum hýsing í Føroyum.

Leita eftir veruligum nørdum

Størsta avbjóðingin hjá Lunnar er ikki at finna arbeiði. Hon er at finna røttu fólkini.

Okkum tørva veruligar nørdar – helst nørdar við royndum, sigur Signar.

Hann leggur dent á, at útbúgving ikki altíð er tað avgerandi. Tað týdningarmesta er áhugi, forvitni og viljin at fylgja við tøknini.

Tøknin flytur seg so skjótt, at um ein ikki hevur ein brennandi áhuga fyri henni, verður ein afturúrsigldur, sigur hann.

Lunnar hevur ein lærling, men hevur annars í stóran mun sett fólk við royndum.

Fyri at halda upp á starvsfólkini roynir fyritøkan at skapa góðar karmar. Lunnar er júst flutt í nýggj høli, sum skulu geva bæði starvsfólkum og fyritøku betri umstøður. Fyritøkan skipar eisini fyri fleiri starvsfólkatiltøkum um árið. Tey størstu tiltøkini eru summarútferð og jólaborðhald.

Harumframt luttaka tey á ráðstevnum, sum geva førleikamenning og íblástur. Køkurin er væl útgjørdur og matur verður gjørdur á skrivstovuni næstan hvønn dag.

Hóast nógv KT-arbeiði í prinsippinum kann gerast allastaðni frá, heldur Signar, at tað hevur stóran týdning, at starvsfólkini savnast.

Uppgávurnar eru kompleksar, og starvsfólk hava tørv á at venda hugskotum og avbjóðingum við onnur. Tað er nógv smidligari, tá vit sita saman á einum staði, sigur hann.

Truplari at koma inn á almenna marknaðin

Flestu kundarnir hjá Lunnar eru í privatu vinnuni.

Sambært Signari er tað trupult hjá Lunnar at koma inn á almenna marknaðin. Ein orsøk er, at almennar uppgávur í fleiri førum hava tøknilig krøv, sum krevja serligar førleikar og certifiseringar. Tá uppgávurnar eru fáar, er tað ikki altíð, at tað loysir seg hjá einari lítlari fyritøku at seta tíð og orku av til at byggja slíkar førleikar upp.

Ein onnur avbjóðing er, at tað í summum førum verður kravt, at starvsfólkini skulu sita hjá almenna stovninum, meðan uppgávan verður loyst.

Tað kann gera tað truplari hjá fyritøkum uttan fyri Havnina.

Tá almennir stovnar krevja, at vit skulu sita á skrivstovuni hjá teimum, verður tað ein vansi fyri okkum. Vit hava útreiðslur av ferðing, og marginalarnir eru so lítlir, at tað ger ov stóran mun, sigur Signar.

Hann heldur, at staðsetingin hjá einari KT-fyritøku í útgangsstøðinum ikki eigur at hava avgerandi týdning.

Nærum allir KT-trupulleikar kunnu loysast allastaðni frá, sigur hann.

Samstundis heldur hann, at starvsfólkini ofta hava betri fakligar umstøður, tá tey sita saman við sínum egnu starvsfeløgum.

Starvsfólkini ynskja heldur at sita á skrivstovuni hjá okkum, við teimum starvsfeløgunum, sum tey kenna, sigur hann.

Stjóri í RIST

Umframt stjórastarvið í Lunnar er Signar Nielsen eisini stjóri í RIST.

Tað eru tríggir eigarar, sum eiga RIST. Ein av eigarunum er kokkur og tekur sær av dagliga rakstrinum á matstovuni. Signar hevur serliga ábyrgd av tí umsitingarliga partinum. Tað fevnir millum annað um starvsfólk, vaktarskema, marknaðarføring, løn, bókhald og aðrar uppgávur, sum skulu fáa raksturin at hanga saman.

Hann er ikki partur av dagliga køks- og matstovurakstrinum, men hann fylgir væl við.

Eg hyggi framvið fleiri ferðir um vikuna fyri at tosa við starvsfólk og fyri at hoyra og síggja, hvat gongur fyri seg á matstovuni. Eru nakrar avbjóðingar, sum eg skal taka mær av, so geri eg tað, sigur hann.

At reka matstovu er krevjandi, ásannar hann. Tað krevur nærveru, ábyrgd og fólk, sum tíma at taka sær av gestunum.

Tað er tiltikið trupult at reka matstovu og kafé. Fyri at fáa tað at mala runt, skal ein vera á staðnum og sláa seg til tols við, at arbeiðið ikki er frá 08.00 til 16.00, sigur Signar.

Á skrivstovuni, við útsýnið yvir Skálafjørðin. Mynd: Eyp.fo

RIST sum hjartamál í Saltangará

RIST læt upp í juli í 2024 í bygninginum, har søguligi handilin hjá Bjarna Blikk áður helt til.

Endamálið var at skapa eitt nýtt og dygdargott matstað í økinum kring Skálafjørðin. Matstovan liggur bert eitt hanagleiv frá skrivstovubygninginum hjá Lunnar.

Fyri Signar er RIST í stóran mun eitt hjartamál og ein roynd at skapa nakað í Saltangará. Áhugin fyri mati og matstovurakstri hevur fylgt honum leingi.

Í fýra ár arbeiddi hann hvørt vikuskifti hjá Sveinbjørn, sum hevði matstovu á Sjómansheiminum í Runavík. Tá Sveinbjørn var í feriu, hevði Signar ábyrgdina av matstovuni einsamallur.

Samstundis hevði hann fulltíðarstarv. Tað tíðarskeiðið var strævið, men eisini læruríkt.

Tær royndirnar hava givið honum eina greiða fatan av, hvat tað krevur at reka eina matstovu. Tað snýr seg ikki bara um góðan mat, men eisini um tænastu, nærveru, ábyrgd og at fáa dagliga raksturin at hanga saman.

Tað skal ikki vera neyðugt at fara av bygdini fyri at fáa eina góða máltíð, sigur hann.

Matstovan hevur sambært Signari verið sera væl móttikin.

Vit takka øllum gestunum fyri at taka so væl ímóti okkum, sigur hann.

Á RIST verður dentur lagdur á mat, tænastu og eina góða uppliving. Og eins og í Lunnar er hugsanin, at góðska og tænasta skulu merkjast í tí, sum verður latið frá sær.

Vil byggja fyritøkur, sum geva nakað aftur

Lunnar og RIST eru ymiskar fyritøkur, men hjá Signari Nielsen hanga tær saman í einum størri hugsunarhátti.

Í Lunnar snýr tað seg um at skapa KT-loysnir, sum eru góðar, lættar at brúka og vakurt gjørdar. Í RIST snýr tað seg um mat, tænastu og eina uppliving, sum fær fólk at kenna seg vælkomin og koma aftur.

Felags fyri báðar fyritøkurnar eru tænasta og góðska.

Fyri Signar er tænasta ikki nakað, sum altíð krevur stórar íløgur. Hon byrjar ofta í tí einfalda: einum smíli, at siga ‘góðan dag’, at halda lyftir, og einum vilja til at taka ábyrgd.

Bæði Lunnar og RIST eru virknar fyritøkur í nærumhvørvinum, millum annað við at stuðla næmingum og lokalum ítrótti.

Fyritøkurnar skulu geva yvirskot, soleiðis at vit kunnu gera íløgur – bæði í okkum sjálvi, starvsfólkini og nærumhvørvið, sigur Signar Nielsen.

Fyritøkurnar stuðla millum annað næmingum, serliga studentaskúlanæmingum, og lokalum ítrótti. Fyri Signar er tað ein natúrligur partur av at reka fyritøku í einum lokalsamfelag.

Tað snýr seg ikki bara um at skapa arbeiðspláss og inntøkur, men eisini um at geva nakað aftur til økið, har fyritøkurnar virka.

Tað er kanska júst har, reyði tráðurin liggur. Bæði í KT-húsinum og á matstovuni roynir hann at byggja nakað, sum kann standa seg – við tænastu, góðsku og ábyrgd sum grundarlagi.

Les eisini: Lunnar móttøku á Heiðavegi 27 (Myndarøð)