Móttøkan varð í dag hildin á Heiðavegi 27 í Saltangará í sambandi við, at fyritøkan Lunnar hava fingið nýggj snotuliga og rúmlig hølir og at stjóraskifti er framt í fyritøkuni.
Signar Nielsen, nýggi stjóri á Lunnar, bjóðaði vælkomin. Umframt at Tóri Højgaard, varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu og stjóri á Dátueftirlitinum, segði nøkur orð. Á skránni var eisini ábit, okkurt at leska sær við og umframt tónleikaframførsla.
Lunnar er ein fyritøka sum arbeiðir við talgildum loysnum. Felagið hevur ment fleiri hundrað heimasíður og mennir harumframt appir og skipanir, har brúkarin og brúkbærið eru snúningspunktið. Endamálið er at menna loysnir, sum eru lættar at brúka og skapa virði fyri kundan, sigur fyritøkan.
Myndir: Eysturoyarportalurin









































