Víkingur Reykjavík vann aftur í kvøld. Tað gjørdu teir við at vinna 4-0 á útivølli ímóti KA Akureyri. Hetta var eisini 9 sigur á rað í landskappingini í ár.
Gunnar Vatnhamar, var sum vant vid frá byrjan. Gunnar legði eisini upp til málið til 3-0 eftir horna.
Gunnar var útskiftur, tá ið 78 minuttir vóru leiktir.
Víkingur Reykjavík er nú greitt á odda við 27 stigum.
Komandi uppgáva hjá Gunnari og hansara liðið, er stórdystur ímóti Valur á heimavølli á Víkingsvöllur mánadagin 29. mai.