Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.05.2023 22:45

Víkingur Reykjavík og Gunnar vunnu í kvøld

Mynd: Fótbólti.net

Gunnar Vatnhamar leikti allar 90 minuttirnar í kvøld, tá hann og Víkingur Reykjavík vunnu 2-0 á FH Hafnafjørður.

Hetta var samstundis sjeyndi sigurin á rað í hesum kappingarárinum, og liggur Víkingur Reykjavík fremst í Úrvalsdeildini við 21 stigum, 17 skotin mál, meðan bert 1 mál er farin ígjøgnum.

Komandi sunnukvøld tann 21. mai, skal Víkingur Reykjavík spæla á útivølli móti HK í Kópavogi.