Í dag gjørdist tað so endaliga staðfest. Víkingur Reykjavík og Gunnar Vatnhamar eru meistarar í Íslandi 2023.
Tað gjørdu teir tó uttan at leika dyst. Nærmasti kappingarneytin, Valur, fekk í dag bert 2-2 javnleik móti KR. Og tilskil kunnu teir ikki røkka fyrsta plássinum. Víkingur Reykjavík er á 60 stigum, meðan Valur eru 11 stig aftanfyri, og hava bert tríggjar dystir eftir.
Hetta er annað gullmerkið hjá Gunnari Vatnhamar í íslendskum fótbólti. Síðsta vikuskifti vunnu hann og liðfelagarnir eisini steypafinaluna móti KA Akureyri.
Eysturoyarportalurin ynskir Gunnari hjartaliga tillukku við “the double”.
Deil á Facebook